08. Nov. 2017

Verkstova á Havstovuni 14. nov. 2017

 

Ein av grundarsteinunum í øllum samhandli – eisini við fiski – er, at keyparin fær ta vøruna, hann heldur seg hava goldið fyri.

 

Í hesum sambandi eru hugtøkini álit, gjøgnumskygni, vøruváttan og sporføri frammarlaga, tá framleiðari, seljari og keypari skulu samskifta. Í síðsta enda er tað so brúkarin, sum fer í handilin at keypa eina ávísa fiskavøru, ið skal føla seg tryggan við, at hann fær ta vøruna, sum er lýst á pakkanum.

 

AG-Fisk (Norðurlandaráðharraráðið) hevur stuðlað verkætlanini "Authenticate", ið hevur til endamáls at finna hættir at eftirkanna, at merktar fiskavørur í veruleikanum eru tær, sum tilskilað stendur – tvs. at tær eru autentiskar. Í hesum sambandi verður ein verkstova (Workshop) á Havstovuni komandi týsdag tann 14. november 2017 kl. 9. Fyrilestrarnir vera á enskum.

 

Skráin er henda:

 

* 9:00-9:15 Welcome and introduction (Jónas Vidarsson – Matís, Iceland)

* 9:15-9:45 Food integrity – overall challenges and standards (Patrick Berg Sørdahl – Nofima, Norway)

* 9:45-10:15 Food integrity and animal feed (Jónas Vidarsson – Matís, Iceland)

* 10:15-10:45 Coffee break

* 10:45-11:15 Microbial pathogens and available detection methods (Guðbjörg Ólafsdóttir – Matís, Iceland)

* 11:15-11:45 The role of genomics in detection of food fraud (Guðbjörg Ólafsdóttir – Matís, Iceland)

* 11:45-13-00 Launch break

* 13:00-13:30 Sampling of seafood in European restaurants within the FoodIntegrity project (Miguel Angel Pardo – AZTI, Spain)

* 13:30-13:50 Report on Authenticate workshop in Iceland (Jónas Vidarsson – Matís, Iceland)

* 13:50-14:10 Report on Authenticate workshop in Norway (Geir Dahle – IMR, Norway)

* 14:10-14:30 Report on Authenticate workshop in Denmark (Jakob Hemmer Hansen – DTU, Denmark)

* 14:30-15:00 Coffee break

* 15:00-15:30 The EU research project Authent-Net and the FARNHub (Patrick Berg Sørdahl– Nofima, Norway)

* 15:30-16:30 Discussions – Where do we go from here?

 

lýsing av verkstovuni. (Tilmelding umvegis teldupost, sí leinkju).