04. Okt. 2017

Fesk tíðindi frá Havstovuni

 

Aftur í ár vísti Havstovan vælumtókta fiskaborðið á Vísindavøkuni. Afturat hesum hevði Havstovan eitt stórt uppslag, sum vísti samanhangin í vistskipanini á Landgrunninum – við denti á positivu gongdina hjá fugli og fiski seinastu tvey árini. Yvirlitið vísti á møgulig sambond frá havumhvørvi, umvegis gróður og djóraæti, til nebbasild – og tískil eisini til fugl og fisk. Natúrligar broytingar í veðri og havumhvørvi ávirka vistskipanina, men torført er at greina slík sambond neyvt.

 

Greitt er tó at nógv nebbasild ber boð um betri tíðir. Havstovan hevur ofta víst á týdningin av gróðrinum á Landgrunninum, men nú er greitt at opnu havleiðirnar kunnu eisini hava stóran týdning fyri vistskipanina. Subpolari meldurin styrknar tá nógvur kuldi og vindur er um veturin. Hetta førir tøðríkan sjógv við nógvum djóraæti til okkara leiðir, sum so aftur betrar um umstøðurnar hjá eitt nú nebbasild. Slík ár eru eyðkend við at saltinnihaldið í sjónum lækkar.

 

Ein filmur, sum vísir partar av sambondunum, kann síggjast her.