12. Sep. 2017

Næmingar við á fjarðakanning

 

Seint í summar var Magnus Heinason á fjarðakanning, har havfrøðiligu viðurskiftini á Skálafirði, Kaldbaksfirði og Sundalagnum vórðu kannað. 

 

Ofta eru lesandi á Fróðskaparsetrinum við slíkar túrar, og í ár vóru tað 18 lívfrøðilesandi, sum vóru við. Tey eru júst byrjað upp á annað lestrarár og taka nú eitt grundskeið við heitinum ‘Jørð, hav og luft’.

 

Á túrinum kunnaðu næmingarnir seg um ymsu mátingarnar, sum verða gjørdar á einum tílíkum túri, og so hvørt hita- og salt-tølini vóru klár, settust næmingarnir at meta um hydrografisku støðuna á Skálafirði hendan dagin.

 

Við CTD'ini verður m.a. hiti og salt mátað frá vatnskorpuni og niður móti botninum.