28. Aug. 2017

Ph.D. verja: Plantuæti á Landgrunninum – innara økið og ytru økini

 

Í síðstu viku, vardi Sólvá Káradóttir Eliasen Ph.D.-ritgerð sína ”Primary production on the Faroe Shelf – Spatial and temporal variation with links to hydrography”. Verjan fór fram á Vinnuháskúlanum, har fitt av fólki var komið at lurta. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðaði vælkomin og greiddi frá hvussu verjan fór fram. Síðan byrjaði sjálv verjan, har Sólvá fyrst hevði eina framløgu av ritgerðini og síðan svaraði spurningum frá teimum báðum opponentunum í metingarnevndini. Verjan gekk stak væl og metingarnevndin var einmælt samd um at Sólvá kundi fáa tilnevnt Ph.D. -heitið.

 

Í metingarnevndini sótu Dr. Bárður Niclasen, formaður, frá Fróðskaparsetri Føroya, Prof. Corinna Schrum, opponentur, frá Geofysisk Institutt á Bergens Universitet og Dr. Rubao Ji, opponentur, frá Woods Hole Oceanographic Institution, USA.

 

Ritgerðin er partur av granskingar verkætlanini ”Marine Climate in the North Atlantic and its Effects on Plankton and Fish”, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Sólvá var innskrivað til Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Vegleiðarar vóru Karin Margretha H. Larsen, Hjálmar Hátún og Bogi Hansen frá Havstovuni og Till A. S. Rasmussen frá Danmarks Meteorologiske Institutt (DMI) í Danmark.

 

Stutt um verkætlanina

Landgrunnurin hevur stóran týdning í føroysku fiskivinnuni, og tí er ynskiligt at skilja samansettu vistskipanina á Landgrunninum betur. Grundarlagið undir allari føðiketuni í sjónum er gróðurin, og í verkætlanini hevur verið hugt at, hvussu havfrøðilig viðurskifti ávirka gróðurin. Mátingar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 20 árini, hava verið gjøgnumgingnar, umframt at eitt háupploysiligt modell av føroyska Landgrunninum, altjóða veðurlagsmodell og mátingar frá fylgisveinum eisini hava verið gagnnýtt. Verkætlanin gevur eina betri heildarfatan av gróðrinum á Landgrunninum , t.d. hvussu gróðurin broytist gjøgnum árstíðirnar í ymsum økjum og hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin. Harafturat er nýggja vitanin eisini áhugaverd í samband við, hvar ymisk fiskasløg halda til.

 

Ritgerðini kann lesast her.