25. Juli. 2017

Makrelkanningar lidnar

 

Tróndur í Gøtu kom farnu viku aftur av rannsóknartúri, har Havstovan hevur kannað nøgdir og útbreiðslu av uppsjóvarfiski í havøkjunum kring Føroyar. Kanningarnar vísa, at heldur minni var at fáa av makreli í ár enn í fjør, men heldur meira enn í 2014 og 2015. Sum heild var meira at fáa av sild enn í fjør. Fyrivarni skal tó takast fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama frá ári til árs. Svartkjaftur stóð spjaddur um so at siga alt kanniningarøkið.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar. Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi. Samlaða nøgdin av makreli, sild og svartkjafti, har tølini frá øllum londunum verða við, verður roknað á fundi í Reykjavík seint í august.

 

Les frágreiðingina her.