26. Mai. 2017

Streymmátarar tiknir upp

 

Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografikanningar og á túrinum vóru seks fortoyingar tiknar upp. Túrurin byrjaði við hita- og saltmátingum vestanfyri og út á Føroya banka. Síðan blivu fýra fortoyingar tiknar upp.

 

Seinni gekk leiðin í íslendskan sjógv, har ein ramma við streymmátara skuldi takast upp (sí myndir). Hendan ramman hevur ligið í vestasta skarðinum á Rygginum og mátað hvussu nógvur kaldur yvirflotssjógvur fer gjøgnum hetta skarðið. Harafturat liggja tveir hitamátarar á botni har og við akustiskari útgerð vóru data lisin úr hesum báðum hitamátarunum. At enda bleiv ein streymmátarafortoying norðanfyri eisini tikin upp, eins og data blivu lisin úr hitamátarum á botni har. Hesin túrur er partur av verkætlanini Western Valley Overflow, sum Havstovan stendur fyri við luttøku frá DMI.

 

Les alla túrfrágreiðingina her