20. Apr. 2017

Minni av svartkjafti í føroyskum øki í ár

 

Magnus Heinason var fyri páskir liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. Fyribilsúrslitini vísa, at minni av svartkjafti stendur í føroyskum øki í ár enn tey seinastu árini. Hetta er serliga galdandi fyri tann smáa svartkjaftin, mestsum einki av ársgomlum svartkjafti var at síggja.

 

Kanningarnar í ár vóru darvaðar av veðri. Svartkjafturin spjaðist og er verri at síggja á ekkóloddinum tá illveður er. Í illveðri er eisini nógv av luftbløðrum í sjónum, sum blokera ekkó- signalið. Hetta førir við sær, at fiskurin ikki verður skrásettur á ekkóloddinum og verður tí ikki taldur við í metingunum. Hetta ger, at úrslitini, tá talan er um nøgd, eru minni álítandi í ár enn í fjør.

 

Meginparturin av svartkjaftinum í kanningini í ár eru 2014- og 2013-árgangirnir, sum eisini sóust í kanningunum fjør. Hesin fiskurin er frá 24-26 cm til longdar í miðal.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi og Hollandi. Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Keypmannahavn 25-27 apríl.

 

Les alla frágreiðingina

 

Jan Arge Jacobsen
18. apríl 2017

 

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Magnus Heinason 29/3-12/4 2017.