03. Feb. 2017

Íslendskur fløskupostur er nú í føroyskum sjógvi

 

Herfyri bóru vit tíðindi um tveir fløskupostar, sum íslendska barnaútvarpið setti út 10. januar í 2016. Annar fløskuposturin fór á land í Hebridunum, og hin hevur júst verið á Føroya Banka og ferðast í løtuni norður gjøgnum Bankarennuna (mynd).

 

Mest sannlíkt fer hesin fløskuposturin at taka dik á seg, og ferðast við klokkuni tætt at ytru hellingini á føroyska landgrunninum - í sonevnda “Føroyastreyminum”. Spennandi verður, tá hann kemur til norðureystara hornið á Landgrunninum. Hann kann tá a) snara av suður í Hetlandsrennuna og halda leiðina norður móti Arktis tætt at Noregi ella b) halda áfram í ein landnyrðing og fylgja streymum, sum kunnu taka hann móti miðjuni av Norskahavinum.

 

Hesin spurningur er tætt knýttur at týdningarmikla spurninginum: “Hvussu stórur partur av sjóvarvarmanum, sum ferðast fram við Føroyum, vinnur norð í Arktis, har hann kann fáa ísin at bráðna og ávirka stórskala-veðurlagið”? Havstovan er við í tveimum nýggjum verkætlanum, hvørs endamál eru at svara hesum spurningi. Hesar eru Blue-Action og FARMON, sum byrjar 1. apríl í ár.