02. Nov. 2016

Royndir við skiljirist í troli

 

Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Hesin túrur var tann seinni av tveimum í ár.

 

Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa.

 

Vinkulmátari varð settur á ristina og lá ristin nógv um 30°. Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist enn í trolinum við rist.

 

Sí túrfrágreiðing her.