18. Okt. 2016

Vísindavøka á ferð

 

Í sambandi við Vísindavøkuna 2016 vóru tveir granskarar á Havstovuni partur av tiltakinum Vísindavøka á ferð. Hetta er eitt tiltak, sum snýr seg um at fáa gransking miðlaða kring landið.

 

Sólvá Eliasen vísti, hvussu til ber at fylgja gróðrinum í havinum við fylgisveinamyndum. Hetta arbeiðið ger hon í sambandi við sína PhD-verkætlan. Fyrilestrarnir vóru hildnir fyri miðdeildini á Eysturskúlanum í Tórshavn og fyri almenninginum á Báta- og Listasavninum í Leirvík.

 

Sólvá Jacobsen vísti úrslit um leinki millum æti og nøgd og vøkstur av hýsu- og toskayngli. Fyrilestrarnir vóru á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og í BankNordik í Tórshavn.

 

Hesar framløgur eru tøkar sum pdf – Plantuæti avmyndað við fylgisveini og Æti og yngul á føroyska landgrunninum. Aðrir fyrilestrar, sum starvsfólk á Havstovuni hava hildið, eru at finna her.