06. Okt. 2016

Havstovan – annað enn bara vatn á Vísindavøkuni

 

Havstovan hevur verið fastur fúsur á Vísindavøkuni síðani 2009, og móttøkan plagar at vera góð. Í ár var Vísindavøkan skipað eitt sindur øðrvísi, við tað at framsýningarnar vóru skipaðar eftir teimum fýra frumevnunum – eldi, jørð, luft og vatni. Sostatt var øll framsýningin hjá Havstovuni ikki savnað á einum stað.

 

Í “Luft” vísti Havstovan úrslit frá fylgisveinamyndum av gróðri í ovaru løgunum í sjónum. Eisini var víst, hvussu fuglur verður merktur við loggarum – soleiðis sæst hvussu fuglur ferðast. Í “Jørð” vísti Havstovan eina lundaholu. Jarðarfrumevni sipaði til, at fuglur taðar jørðina. Og í “Vatn”, sum er okkara rætta element, vísti Havstovan streymmátingar í Bankarennuni, eina lýsing av gongdini í toskastovninum í 300 ár og eina fiskaframsýning. Fiskaframsýningin var ymisk fiskasløg, sum Magnus Heinason hevur fingið í summar og heyst, og eisini var víst, hvussu Havstovan tekur lívfrøðilig sýni av fiski.

 

Aftur í ár vóru framsýningarnar hjá Havstovuni væl vitjaðar av áhugaðum fólki – bæði eldri og yngri. Á Havstovuni fegnast vit um at vera partur av Vísindavøkuni og takka fyri áhugan fyri okkara framsýningum.