20. Juni. 2016

“Sjófuglur” á heimasíðuni

 

Sjófuglar eru fuglar, sum finna meginpartin av teirra føði í sjónum og teir eru tí ein partur av havvistskipanunum. Tað er lætt at meta um støðuna hjá sjófugli í mun til onnur djór í havinum, og tí verður støðan hjá sjófugli ofta nýtt sum ein ábending um, hvussu tað stendur til í havumhvørvinum.

 

Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófugli, og hann er nú eisini vorðin partur av heimasíðuni, sí her.