17. Mai. 2016

Sildatúrur liðugur

 

Magnus Heinason er júst afturkomin av silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Fyribilsúrslitini vísa, at norðhavssildin stóð tættast í vestara parti av kanningarøkinum. Sum heild var rættuliga stór sild fingin. Svartkjaftur var víða um í kanningarøkinum, men stóð tættast í syðsta partinum.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar, har rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi eisini luttóku. Endamálið er at fáa tilfar til vega, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar.

 

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini um hálvan juni, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

 

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.

 


Ekkóvirðir (nøgd) av norðhavssild, Magnus Heinason, 5-16/5-2016.