03. Mai. 2016

Hiti og salt í 2015

 

Havstovan ger nógvar mátingar av hita og saltinnihaldi í sjónum, og tølini fyri 2015 eru nú endaliga góðskumett og kalibrerað. Út frá hesum tølum verða ymsar tíðarseriur roknaðar og uppdateraðar her á heimasíðuni. Í hesum umfari eru virðini fyri hita- og saltbroytingar á opnum havi dagførd, eins og saltbroytingar á Landgrunninum. Tølini fyri hitabroytingar á Landgrunninum vórðu dagførd fyrr í ár.

 

Tølini fyri 2015 lógu tætt við miðal samanborið við tey undanfarnu 20 árini ella meiri. Hitin var nakað lægri enn í 2014, men áleið tann sami sum í 2013.

 

Tey seinastu 10 árini hevur hitin annars verið rættuliga støðugur og lutfalsliga høgur. Tað kalda summarið í 2015 sæst væl aftur í hitanum á Landgrunninum. Mánaðirnir mai til august vóru allir kaldari enn miðal, meðan serliga november var heitari enn ein miðal novembermánaði. Hóast tað, so var miðal hitin á Landgrunninum fyri alt 2015 tann lægsti síðan 2000.

 

Saltinnihaldið hevur verið lækkandi síðan metárið 2010. Bæði á Landgrunninum og á opnum havið var saltinnihaldið tó eitt vet hægri í 2015 samanborið við 2014. Hetta er sama gongdin, sum sæst hjá okkara grannalondum.