14. Apr. 2016

90 næmingar á vitjan

 

Hendan vikan á Havstovuni hevur verið merkt av næmingavitjan. Umleið 90 næmingar úr miðdeildini hjá Eysturskúlanum hava vitjað – hetta hevur verið skipað í holdum við tveimum holdum hvønn dag í tríggjar dagar. Orsøkin til at hesir næmingar komu at vitja er, at miðdeildin hevur evnisviku um fjøruna, og í tí sambandi vitja tey millum annað Havstovuna og Sjósavnið.

 

Á Havstovuni hava næmingarnir hoyrt um sjóvarfall og upprunan til flóð og fjøru. Síðan hava tey hoyrt um ymisk fiskasløg og annað livandi í sjónum og um føðiketur, t.v.s. hvør etur hvønn í sjónum. Eisini hava tey verið ein túr í fiskakjallaranum, har tey hava sæð ymsar fiskar. Ein toskur og eina hýsa blivu kruvd, og hugt varð millum annað at, hvat kyn fiskurin var, og hvat hann hevði etið.

 

Havstovan takkar bæði næmingum og lærarum fyri vitjanina.

 

Í Eysturskúlanum hava næmingarnir gjørt eina fjøru við ymsum, tey hava funnið niðri í fjøruni.