02. Mars. 2016

Nebbasild og lodna í fiskamagum

 

Fyrri partur av yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni er liðugur.

 

Eitt heldur sjáldsamt fyribrigdi var at síggja, at upsi hevði etið bæði nebbasild og lodnu. Nebbasild hevur annars verið heldur sjáldsom í fiskamagum seinastu árini. Lodna er ein fiskur, sum sjáldan er í føroyskum sjógvi, og tað er oftast talan um yngul og ikki vaksnan fisk. Lodna er vanlig undir Íslandi og í Barentshavinum.

 

At upsi og toskur eta nebbasild er tekin um, at meira er til av nebbasild nú enn árini frammanundan. Tað skuldi verið gott hjá toski og upsa og øðrum fiskasløgum, sum eta nebbasild. Hinvegin er ikki greitt, hvørja ávirkan lodnan kemur at fáa á botnfisk.

 

Á myndini, sum vísir innihaldið í einum upsamaga, er nebbasild blonk á síðuni og svørt á rygginum, meðan lodnan er meira gullig á liti.

 

Les alla frágreiðingina her.