18. Feb. 2016

Fyrsti túrur hjá Magnusi Heinasyni í 2016

 

Mánadagin kom Magnus Heinason inn, eftir at hava gjørt kanningar av sjónum kring Føroyar í eina viku.

 

Hendan túrin vóru hiti, salt og ymisk sløg av æti kannaði í sjónum. Eisini vóru data lisin úr tveimum hitamátarum, sum standa á botni. Annar er vestanfyri á 240 metra dýpi og hin er norðanfyri á 190 metra dýpi. Hesi data verða lisin við serligari tráðleysari útgerð, meðan skipið liggur uppi yvir mátaranum.

 

Eisini varð ein streymmátari lagdur út, millum Føroyar og Hetland, hendan túrin.

 

Annars vóru mátingar gjørdar á 36 føstum støðum. Mátingarnar verða gjørdar frá vatnskorpuni og niður ímóti botni, tó í mesta lagi niður á 800 metrar, hendan túrin.

 

Hesar kanningar eru liður í fleirtjóða samstarvi hjá Havstovuni og verða eisini fyri ein part fíggjaðar úr Europeiska granskingargrunninum (FP7).

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.