Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna. Niðanfyri er greitt frá um endaðar verkætlanir.

 


Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum

 

Áramál: 2019-2020

 

Fígging: Granskingarráðið

 

Luttakari á Havstovuni: Sólvá Jacobsen

Niðurstøða:

Verkætlanin hevði til endamáls at kanna føðiviðurskiftini, vøksturin og yvirlivilsi hjá yngli (her ímillum toski, hýsu og nebbasild) á Landgrunninum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvørji umhvørvisviðurskifti (serliga føðinøgdir og sløg) hava størstan týdning fyri væl eydnaðan vøkstur og yvirlivilsi frá kleking um vári til fiskurin tekur botn á sumri. Sýnir vórðu tikin av fiskayngli á 5 túrum frá apríl til juni í 2019. Hesa tíðina livir yngulin uppi í sjónum, har hann einamest etur djóraæti. Túrarnir eydnaðust væl. Gróðurin tók seg ikki upp fyrr enn í juni hettar árið, og tað er nakað seinni enn vanligt. Týðiligt var, at fiskayngulin hevði ein lakan vøkstur og lágt yvirlivilsi vegna vantandi føði í hóskandi støddum (t.e. smáar til miðalstórar vatnloppur). Ein stórur fløskuhálsur sýntist at verða í seinnu helvt av mai.


Brislingur á Landgrunninum (BÁL)

 

Áramál: 2018-2019

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir

 

Luttakari á Havstovuni: Eydna í Homrum

 

Endamál: Høvuðsendamálið við verkætlanini er at kortleggja nær og hvar brisling­ur er á Skála­fjørðinum gjøgnum árið. Har­um­framt verða sýni tikin, og brisling­ur­in verður kannað­ur fyri m.a. aldurs­saman­seting, vøkstur og kyns­búning. Ætlanin er at sigla 12 túrar komandi árið (ein túr hvønn mánað) til tess at síggja hvørjar broytingar eru ígjøgnum eitt heilt ár.
Við hesum kanningum er vónin, at vit økja um vitnanina um brislinga­stovnin við Føroyar og við støði í hesi verkætlan kunnu víðka um verkætlanina komandi árini, soleiðis at vit fáa tilfar tilvega til at meta um stovnsstøddina, og soleiðis kunna ráðgeva um burðardygga røkt av føroyska brislingastovninum.


Faroese Monitoring (FARMON, FARMON II)

 

Áramál: 2017-2019

 

Fígging: Dancea (Energistyrelsen)

 

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen (verkætlanarleiðari), Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Regin Kristiansen, Ebba Mortensen

 

Endamál: FARMON hevur trý høvuðsendamál:

  • Framhaldandi at máta tað djúpa kalda rákið í Bankarennuni, sum er ein høvuðsæðr í rákinum í Heimshøvunum.
  • Framhaldandi at máta flutningin av heitum Atlantssjógvi í Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar. Serliga at kanna rákið inn móti Landgrunninum við tí endamáli at knýta tað til mátingar frá satellittum, so at satellittmátingarnar kunnu gagnnýtast betur. Harumframt verður útgerð til at máta dýpið á markinum millum heitan og kaldan sjógv lænt frá Universitetinum í Hamburg og løgd út á skurðin tvørtur um Føroyastreymin. Við tí fæst væntandi eitt neyvari mát fyri, hvussu nógvur heitur sjógvur ferðast úr Atlantshavinum inn í Norskahavið.
  • At gera streymmátingar á Fugloyatunguni fyri at kanna, hvussu stórur partur av Føroyastreyminum rekur inn í Hetlandsrennuna, og hvussu nógv fer beina leið inn í Norskahavið. Hendan sundurgreiningin hevur týdning fyri, hvussu nógvur Atlantssjógvur røkkur heilt norður í Íshavið.

Optimizing and Enhancing the Integrated Atlantic Ocean Observing System (AtlantOS)

 

Áramál: 2015-2019

 

Fígging: Horizon2020

 

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Hjálmar Hátún, Bogi Hansen, Leon Smith og Jan Arge Jacobsen

 

Endamál: Høvuðsendamálið við AtlantOS er at sameina eina ørgrynnu av mátingum í Atlantshavi. Hesar mátingar eru bólkaðar í nakrar høvuðsbólkar. Havstovan er við í bólkunum “Fisheries and zooplankton observations”, sum er data frá uppsjóvartúrum, og “OceanSITES transport”, sum er hita og streymmátingar. AtlantOS verkætlanin fíggjar eisini oxygenmátarar at seta á nakrar av streymmátarunum hjá Havstovuni og okkara samstarvsfeløgum í NACLIM-verkætlanini. Tilsamans 63 granskingarstovnar úr londum kring Atlantshavið, tó serliga Europa, eru við í hesi verkætlan. Verkætlanin verður stýrd av havfrøðistovninum GEOMAR í Kiel.
Slóð: http://www.atlantos-h2020.eu


Bleytur makrelur og Kudoa-infektión

 

Áramál: 2017-2019

 

Fígging: Fiskivinnugransking og Felagið Nótaskip

 

Luttakari á Havstovuni: Dánjal Petur Højgaard

 

Endamál: At kortleggja og dokumentera trupulleikan hjá føroysku makrel­vinnuni við „bleytum makreli“, sum stendst av mikroveruni Kudoa thyrsites. Henda mikroveran skilur út kveikar (enzymir), ið upploysa vøddarnar í fiskinum, hóast fiskurin hevur fingið alla rætta viðgerð við køling, frysting osv. Við hesi vitan standa føroyskir makrel-útflytarar sterkari, tá ið reklamatiónir um „bleytan makrel“ koma.


Ein lovandi háttur at meta um toskastovnin á Føroyabanka við at nýta umhvørvis DNA

 

Áramál: 2017-2019

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir

 

Luttakari á Havstovuni: Ian Salter

 

Endamál: At royna ein annan hátt at at meta um stovnsstøddina á Føroyabankatoski. Hetta verður gjørt við at nýta umhvørvis DNA.


Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir stinglaksi undir Føroyum

 

Áramál: 2018

 

Fígging: Fiskivinnugransking

 

Luttakari á Havstovuni: Lise Helen Ofstad

 

Endamál: At fáa til vega vitan um stinglaks, íroknað stødd, aldurssamanseting og útbreiðslu í føroyskum øki, fyri at kanna um veiðan eftir stinglaksi í føroyskum sjógvi er burðardygg og um grundarlag er fyri eini framtíðar MSC-umsókn.


Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir blálongu undir Føroyum

 

Áramál: 2016-2018

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir

 

Luttakari á Havstovuni: Lise Helen Ofstad

 

Endamál: At fáa tilfar til vega fyri at kanna, um veiðan eftir blálongu í føroyskum sjógvi er burðardygg, ella um veiðan er ov stór, so at ein endurreisingarætlan átti at verið gjørd og sett í verk.


Western Valley OverfloW (WOW)

 

Áramál: 2016-2018

 

Fígging: Dancea (Energistyrelsen)

 

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Bogi Hansen, Regin Kristiansen, Ebba Mortensen

 

Niðurstøða: Kanningarnar í hesi verkætlan eydnaðust sera væl. Mátiútgerðin riggaði væl, og mátingarnar vístu, at mátitólini høvdu ligið á røttum staði til at meta hampuliga neyvt um yvirflotið av køldum sjógvi niðri við botn gjøgnum Western Valley. Tað var tí heldur óvæntað, at mátingar vístu eitt sera veikt yvirflot. Tað ger tó ikki úrslitið minni áhugavert, og mátingarnar vístu eisini, at atvoldin til veika yvirflotið er rákið av heitum Atlantssjógvi longri uppi móti vatnskorpuni. Tað gongur øvugan veg og forðar yvirflotinum. Høvuðsúrslitini frá kanningunum vórðu givin út í vísindaligari grein “Overflow of cold water across the Iceland–Faroe Ridge through the Western Valley” í tíðarritinum “Ocean Science”. Umframt at máta yvirflot vístu kanningarúrslitini seg eisini at hava áhugaverdar upplýsingar um rákið av Atlantssjógvi í hesum øki, og tær hjálpa til at geva eina greiðari fatan av, hvussu og hvar hesin heiti sjógvur rekur yvir um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar. Hetta verður kannað nærri, og ætlanin er at útgreina tað í aðrari vísindaligari grein, sum vónandi verður givin út í 2020.


Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum

 

Áramál: 2017

 

Fígging: Fiskivinnugransking

 

Luttakarar á Havstovuni: Helga Bára Mohr Vang (verkætlanarleiðari), Eilif Gaard, Hjálmar Hátún, Jan Arge Jacobsen, Sólva Jacobsen

 

Niðurstøða: Kanningarnar á K-skurðinum 2017 hava víst, at nøgdirnar av djóraæti vóru munandi størri uttan fyri Landgrunnin um várið og tíðliga á sumri, men seinnu helvt av sumrinum og út á heystið var øvugt, tvs. meira av æti var inni á Landgrunninum enn uttanfyri. Hetta kann vera orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á Landgrunnin í munandi nøgdum, fyrr enn seint á sumri. Harafturat benda kanningarnar á, at predatión kann vera orsøkin til tað øvugta sambandið millum biomassa av djóraæti á Landgrunninum og nøgd av fiskayngli frá einum ári til annað. Úrslitini frá kanningini hava eisini víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgdir av reyðæti vórðu í mai – eitt tíðarskeið har Havstovan higartil ikki hevur havt møguleika at raðfesta kanningar av djóraæti á Landgrunninum. Men í juni var nøgdin minkað niður í næstan einki.
Samansetingin av djóraæti á K-skurðinum um várið og út á summarið 2017 passar sera væl til fyritreytirnar til at koma undan hjá fiskayngli, soleiðis at longu í mars var væl av smáum djóraæti og harafturat ein ávís gýting av reyðæti. Tá tørvar fiskalarvum nevniliga smáa føði, ss. Acartia og egg frá t.d. reyðæti. Sum larvurnar vaksa til yngul út á summarið, tørvar teimum størri føði og tá koma stóru nøgdirnar av reyðæti væl við. Tað vísti seg eisini á yngultúrinum hjá Havstovuni í 2017 at nógv var at fáa av yngli og talið av toskayngli var yvir miðal. Harafturat vísa stovnsmetingarnar í 2018, at tilgongdin av 1 ára gomlum toski (2017-árgangurin) er væl yvir miðal.

Endalig frágreiðing kann lesast her.


North Atlantic Climate (NACLIM)

 

Áramál: 2012-2017

 

Fígging: European Framework Programme 7 (FP7)

 

Luttakarar á Havstovuni: Bogi Hansen, Hjálmar Hátún og Karin Margretha H. Larsen

Niðurstøða: Høvuðsendamálið við NACLIM var at eftirkanna, í hvønn mun tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan v.m.) í Norðuratlantshavi. Parturin hjá Havstovuni var at gera streymmátingar o.a. á djúpum sjógvi kring Føroyar og at eftirmeta hesar mátihættir og mátistøð. Harafturat skuldi Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum í Norðuratlantshavi og serliga hjá uppsjóvarfiski. Tilsaman 17 granskingarstovnar úr 9 evropeiskum londum vóru við í hesi verkætlan, sum varð stýrd av universitetinum í Hamburg. NACLIM verkætlanin endaði 31 januar 2017. Av henni komu umleið 80 vísindaligar ritgerðir, og hon hevur hjálpt okkum betur at skilja rákið í Norðuratlantshavi og Arktis, og hvat árin tað kann fáa fyri veðurlagið í heiminum. Fyri Føroyar var størsti týdningurin helst, at vit fingu fígging og møguleikar til at granska okkara havumhvørvi betur. Gjøllari innlit í verkætlanina fæst við at fara inn á slóðina niðanfyri, har eisini liggja fýra filmar, sum vórðu gjørdir í verkætlanini. 

Slóð: http://naclim.zmaw.de


Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum

 

Áramál: 2015-2017

 

Fígging: Statoil og Granskingarráðið

 

Luttakari á Havstovuni: Sólvá Jacobsen

 

 

Niðurstøða: Við verkætlanini er betri greiða fingin á, hvussu livilíkindini hjá toska- og hýsularvum á føroyska landgrunninum eru tengd at umhvørvinum og serliga føðiviðurskiftunum. Kanningar av prøvum tiknir síðst í apríl 1997-2016 hava víst, at nøgdirnar av plantuæti á vári avgera nøgdirnar av smáum (landgrunna) djóraæti, sum eru høvuðsføðin hjá fiskalarvum hesa ársins tíð (Jacobsen et al., 2018*). Miðallongdin og talið av toska- og hýsuyngli á sumri er størst, tá ið gróðurin er góður. Nytrukanningar vístu, at munurin í miðallongd er bæði eitt úrslit av betri vøkstri og hægri miðalaldri tey árini, tá gróðurin er góður, í mun til ár tá gróðurin ikki er góður.

Grein


Marine climate effects on primary production around the Faroe Islands

 

Áramál: 2013-2016

 

Fígging: Danska stjórnin

 

Luttakari á Havstovuni: Sólvá Káradóttir Eliasen, PhD.-lesandi

Vegleiðara: Dr. Karin Margretha Húsgarð Larsen, Prof. Bogi Hansen, Dr. Hjálmar Hátún, Dr. Høgni Hammershaimb Debes, Dr. Till Andreas Soya Rasmussen, Dr. Steffen Malskær Olsen.

 

Niðustøða: Phd.-verkætlanin hevði til endamáls at kanna, hvørji viðurskifti ávirka gróðurin av plantuæti á Landgrunninum. Við verkætlanini er betri greiði fingin á, hvussu gróðurin á Landgrunninum er tengdur at árstíð, staði, útskifting og tøðevnum. Árstíðargongdin hjá gróðrinum er soleiðis: Tíðliga um várið (mars-apríl) er lítil gróður; tó er mest gróður á innara Landgrunninum og næstan ongin gróður á ytra Landgrunninum. Útskifting bremsar gróðrinum á innara Landgrunninum um hetta mundið. Vanliga gerst ytri Landgrunnurin lagbýttur onkuntíð í mai, og um somu tíð kemur gongd á gróðurin á innara Landgrunninum. Eftir at rættulig gongd er komin á gróðurin á innara Landgrunninum, er skjótt at tøðevnistrot, serliga trot av silikati, gerst avmarkandi fyri gróðurin (ofta í juni og restina av sumrinum), og blanding við niðaru løgini á ytra Landgrunninum tilførir tá nýggj tøðevni. Um hesa tíðina er mesti gróðurin á ytra Landgrunninum.
PhD. ritgerðin varð latin inn í apríl 2017 og vard í august 2017.

Lýsing av verkætlanini


AUTHENTICATE: Determining standardised methods of authenticating seafood products

 

Áramál: 2012-2016

 

Fígging: Norðurlandaráðharraráðið, AG-Fisk

 

Luttakari á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen. Matís í Íslandi stóð fyri verkætlanini.

 

 

Niðurstøða: Kanningar hava víst, at falsan við vørulýsing í sambandi við sølu og keyp av fiskavørum er ein vaksandi trupulleiki í heiminum. Í verkætlanini "Authenticate" verður víst á, hvørjir hættir kunnu brúkast at eftirkanna, at merktar fiskavørur í veruleikanum eru tær, sum tilskilað stendur – ella at tær eru "autentiskar". Fyrst og fremst var víst, at ílegukanningar kunnu vísa á falsan í fiskavørum. Tó eru trupulleikin við hesum kanningarhátti, av tí at tær krevja tíð og orku, og kunnu ikki gerast "á staðnum", men á eini starvsstovu.

Sí ensku frágreiðingina frá Matís her.


Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur av longu og brosmu undir Føroyum

 

Áramál: 2013-2015

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir

 

 

Luttakari á Havstovuni: Lise Helen Ofstad

 

Niðustøða: Samanum tikið er líkt til, at fiskiskapurin eftir longu er burðardyggur í løtuni, meðan støðan viðvíkjandi brosmu er sera ógreið. Stovnsmetingarnar eru enn ikki góðkendar í ICES, og neyðugt er at fylgja væl við gongdini í stovnunum.

Frágreiðing

Grein í sjóvarmál


Kanningar av sandamaðkaslagnum Anisakis

 

Áramál: 2012-2015

 

Fígging: EU-Framework Program 7 (FP-7)

Luttakarar á Havstovuni: Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard

 

Endamál: ES-granskingargrunnurin hevur innan FP7 játtað fígging til kanningar av sandamaðkaslagnum Anisakis í fiski. Fjúrtan lond við Atlantshavið, Miðalhavið og Kyrrahavið fara at kanna títtleika og nøgd í ymsum fiskasløgum í hesum høvum. Eitt av londunum er Føroyar, og tað er Havstovan, sum stendur fyri føroyska partinum av kanningini.


Hvat etur uppsjóvarfiskur?

 

Áramál: 2014

 

Fígging: Fiskivinnugransking (FVG)

Luttakarar á Havstovuni: Høgni Debes, Jan Arge Jacobsen og Eydna í Homrum

 

Niðurstøða: Eftir at hava kannað umleið 400 magar av uppsjóvarfiski (makreli, sild og svartkjafti), hava vit ment mannagongdir, har ið "turrvekt" er nýtt heldur enn "vátvekt" fyri at fáa álítandi upplýsingar um nøgdina av føði, sum fiskurin etur. Munurin millum vátvekt og turrvekt er, at innihaldið er turkað í einum ovni áðrenn tað verður vigað. Vætan í magunum kann ofta viga meir enn sjálvt innihaldið, og tá gerast mátingarnar óneyvar. Eisini er tað av stórum týdningi, at magarnir verða kannaðir skjótast gjørligt. Grundin er at innihaldið oftani er smátt djóraæti sum tránar og forferst undir frysting. Verkætlanin vísti greitt, at úrslitini eru ymisk, alt eftir um magainnihaldið verður gjørt upp í tali ella turrvekt. Tá ið hugt verður eftir samansetingini av føði hjá sild og makreli, er djóraæti tann føðibólkur, sum er mest sjónligur í skrásettu føðini. Men tá ið hædd verður tikin fyri vektini av teimum ymisku føðibólkunum, vísir tað seg, at djóraæti verður yvirhálað av t.d. fiskarestum og amphipodum (størri krabbadjórum). Tá ið hugt verður eftir ávikavist sild og makreli, var munur at síggja millum fiskasløgini. Í makrelmagunum er størri breidd í føðisamansetingini, og serliga vóru smærri copepodar (krabbadjór) at finna í størri nøgdum í makreli enn sild. Harumframt var nøgdin av føði í makrelmagaunum í miðal størri enn í sildamagunum í sama øki.
Endalig frágreiðing 1
Endalig frágreiðing 2


Stovnssamansetingin av makreli kannast (SAM)

 

Áramál: 2012-2014

 

Fígging: NORA (Nordisk Atlantsamarbejde), Granskingarráðið og “Fisheries Research Fund of Iceland”

Luttakari á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen
Luttakari á Náttúrudeildini: Hóraldur Joensen
Aðrir luttakarar: Granskarar úr Íslandi, Noregi, Kanada og Grønlandi

 

Niðurstøða: Endamálið í SAM verkætlanini var at kanna um makrelurin í Norðuratlantshavi er ein stovnur ella um íbland er av makreli av kanadiskum uppruna vestanfyri. Stutt sagt at kanna um makrelurin í norðurhøvum og Evropa er ein og sami stovnur. Hetta fyri at vísa á, hvussu umsitingin av stovninum kann gerast burðardygt. Niðurstøðan í verkætlanini er sera greið. Ílegukanningarnar, ið gjørdar vóru við bæði "microsatellites" tøknini og við "SNPs" tøknini vístu, at gjørligt var at skilja millum makrel úr Norðurvestur og Norðureystur Atlantshavi. Tvs. makrel undan Kanada og makrelin her hjá okkum. Vit kunnu sostatt við hesum kanningarhátti siga hvaðani makrelurin stavar, ið verður fiskaður her. Tað vísir seg at einki bland er millum makrelin í Kanada øðrumegin og makrelin frá Eysturgrønlandi, Íslandi, Føroyum og víðari suðureftir í Evropa hinumegin. Talan er um hvør sín stovn og hesir møtast ikki, og soleiðis er einki hald í pástandinum um at kanadiskur makrelur er komin hendan vegin.
Endalig frágreiðing


North Atlantic - Arctic coupling in a changing climate: impacts on ocean circulation, carbon cycling and sea-ice (NAACOS).

 

Áramál: 2011-2014

 

Fígging: Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående Uddannelser.

Luttakarar á Havstovuni: Bogi Hansen, Hjálmar Hátún og Høgni Debes

 

Endamál: Høvuðsendamálið við NAACOS er menna havfrøðilig teldumodel fyri økið millum Føroyar og Arktis. Hetta verður gjørt fyri at meta um hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingar kunnu fáa á Havsins Kalda Hjarta, útbreiðslu av havísi og fiskastovnum, og um mongdina av CO2, sum havið er ført fyri at taka ímóti frá atmosferuni. Mátingar úr høvunum og frá fylgisveinum verða brúkt til endamálið. Parturin hjá Havstovuni er at gera streym-, hita og saltmátingar á djúpum sjógvi kring Føroyar. Harafturat skal Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum í norðurhøvum og serliga hjá uppsjóvarfiski. Tilsaman 7 granskingarstovnar úr Danmark (flestir), Skotlandi og Føroyum eru við í hesi verkætlan. Verkætlanin verður stýrd av DTU-Aqua í Keypmannahavn.

Endaligur samandráttur av verkætlanini er her.


Basin-scale Analysis Synthesis and Integration (EURO-BASIN)

 

Áramál: 2011-2014

 

Fígging: EU-Framework Program 7 (FP-7)

Luttakarar á Havstovuni: Hjálmar Hátún, Høgni Debes og Jan Arge Jacobsen

 

Endamál: At greina ávirkanina av globalum verðurlagsbroytingum, og øðrum mannaelvdum broytingum, á vistskipanir í Norðuratlantshavinum og á landgrunnum kring hetta hav. Hendan vitan skal betra um møguleikarnar at gagnnýta tilfeingið á hesum leiðum meira burðardygt.


Aldu- og streymmátingar á alifirðunum (ASAF)

 

Áramál: 2009-2014

 

Fígging: P/F Fiskaaling og føroysku alifeløgini

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen og Ebba Mortensen


Úrslit: Endamálið við hesi verkætlan var at lýsa aldu- og streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum, umframt at hesar mátingar skuldu byggja undir vali¬dering av háloysiligum sjóvarfals- og aldusimulering inni á alifirðunum. Náttúruvísindadeildin og P/F Fiskaaling stóðu fyri verkætlanini. Havstovan hevði ábyrgdina av at góðskumeta streymmátingarnar og skriva tøknifrágreiðingar. Útvið 30 streymmátingar vórðu gjørdar á 10 alifirðum kring landið og tøknifrágreiðingar skrivaðar.


MULTPELT kalibrering

 

Áramál: 2013

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir, pf Varðin í Gøtu og pf Vónin

 

Luttakarar á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen og Leon Smith

Luttakari á Vónini: Kristian Zachariassen

Luttakari frá Pf Varðin í Gøtu (Finnur Fríði): Arni Hansen

Niðurstøða: Verkætlanin varð ætlað at kalibrera ella stilla føroyska MULTPELT-trolið, sum verður brúkt til árligu yvirlitstrolingarnar eftir makreli. Tryggjast skuldi, at trolið við rigging gongur sum tað skal sambært forskriftunum, settar av bólkinum, ið skipar fyri altjóða kanningunum eftir makreli. Hetta fyri at tryggja, at øll londini hava somu rigging og at trolini ganga eins í sjónum. Millum annað varð gap og skver (hædd og breidd) í trolinum kannað, soleiðis at nøgdin av makreli, ið fingin verður, kann roknast um til kilo pr. tíma tóvað. Hetta er eitt mát fyri nøgd av makreli í yvirlitstrolingunum. Eisini varð ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum (breidd og hædd) verða skrásettar og goymdar, meðan tóvað verður. Hetta fyri at góðskutryggja hvørt hál, soleiðis at vissa kann fáast fyri, at veiðan frá hálinum kann brúkast til stovnsmetingar av makreli. Úrslitini frá mátingunum (sí leinkjuna niðanfyri til endaligu frágreiðingina) vístu, at føroyska MULTPELT-trolið gekk, sum ætlað. Eisini varð ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum verða skrásettar og goymdar, meðan tóvað verður. Við hesum var høvuðsendamálið við verkætlanini rokkið.

Endalig frágreiðing    Kanningartúrur


Nøgd av makreli í eina øld

 

Áramál: 2013

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir, Statoil

 

 

Luttakari á Havstovuni: Una Matras og Petur Steingrund

 

Endamál: Nú verður nøgdin av makreli á føroyska landgrunninum kannað 100 ár aftur í tíðina, fyri at meta um sannlíkindini fyri, um tær verandi stóru nøgdirnar av makreli við Føroyar koma at halda fram ella ikki. Hetta verður gjørt út frá vøkstrinum á kúfiski og byggir á tað neyva sambandið, sum er funnið millum vøksturin á kúfiski og nøgdina av makreli. Kanningin, sum er ein eitt árs verkætlan, skal eisini staðfesta sambandið millum vøksturin á kúfiski og nøgdina av djóraplankton á føroyska landgrunninum.
Les meira


Pelagic-benthic coupling on the Faroe Shelf

 

Áramál: 2011-2013

 

Fígging: Granskingarráðið.

 

Luttakarar á Havstovuni: Høgni Debes og Gunnvør á Norði

 

Niðurstøða: Hendan undan verkætlan hevði til endamál at kanna lívrunnið tilfar í botninum og hvussu djóralívið á botninum á føroyska landgrunninum er tengt at gróðurinum í sjónum. Kanningarnar vístu at sambandið ímillum tey ymisku botndjórini broyttist í gjøgnum árið og at har var munur ímillum føðina á landgrunninum og uttanfyri, eisini var munur á lívrunna tilfarinum í botninum á landgrunninum og uttanfyri, men tað skulu fleiri kanningar til fyri at skilja sambandið ímillum gróðurin og djóralívið á botni á landgrunninum. Av teimum kannaðu botndjórunum vóru gággur og gággukrabbar ovast í føðiketuni og Astarte í finnur føði við at filtrerað sjógv lá mitt í, eftir isotop samansetingini at døma. Igulker og slangustjørnur vístu seg at fell uttanfyri mynstrið annars, so tey liva møguliga av øðrum enn tí í er tengt at gróðurinum.

Endalig frágreiðing


Nordic network: Climate impacts on fish, fishery industry and management in the Nordic Seas

 

Áramál: 2010-2013

 

 

Fígging: Norðurlandaráðharraráðið (NMR).

Luttakarar á Havstovuni: Bogi Hansen, Hjálmar Hátún og Jan Arge Jacobsen


Endamál: At gera eitt sokallað “netverk”, ið kann føra saman granskingarætlanir og granskarar, ið hava ein felagsnevnara at granska umhvørvið og stovnarnar av uppsjóvarfiski í Norðurhøvum, og harvið fáa fyrimun (synergi) í einari tílíkari samanrenning. Til dømis eru luttakarar úr INFERNO, NorExChange o.ø. verkætlanum við í hesum netverki. Miðað verður ímóti at føra víðari og víðka verkætlanina NorExChange, ið hevur til endamáls at kanna, hvussu komandi broytingar í veðurlagnum og umhvørvinum fara at ávirka fiskastovnar í Norðurhøvum, við serligum atliti til útbreiðslu, ferðing, fiskiskap og vøkstur hjá uppsjóvarfiski (sild, makreli og svartkjafti). Í hesum netverki er ætlanin eisini at hyggja at búskaparligu avleiðingunum av einum møguliga broyttum fiskiskapi komandi árini. Fjøruti luttakarar úr Íslandi, Føroyum, Danmark, Grønlandi og Noregi eru við í verkætlanini.


Fiti í makreli – Fitiinnihald í makreli í føroyskum øki

 

Áramál: 2012

 

Fígging: Fiskivinnugransking og Havstovan.

 

Luttakari á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen.

 

Niðurstøða: Fitiprosentið hjá makreli fleirfaldast, meðan hann gongur á beiti at gøða seg í føroyskum øki um sumrarnar. Innihaldið av fiti veksur frá umleið 5% í mai til yvir 25% í august. Serliga er tað um mánaðarskiftið juni-juli at innihaldið av fiti veksur. Hetta vístu kanningarnar av fiti, sum Havstovan gjørdi í 2011 og 2012, lutvíst saman við Kollafjørð Pelagic.
Endalig frágreiðing
Grein í Sjóvarmál 2013


Makrelur á Landgrunninum – Leikluturin hjá makreli í vistskip­an­ini á Landgrunninum

 

Áramál: 2011-2012

 

Fígging: Fiskivinnugransking og Havstovan

Luttakarar á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen og Anni Djurhuus.

 

Endamál: At kanna hvønn leiklut makrelur hevur í vistskipanini uppi í sjónum í føroyskum øki. Serligur dentur verður lagdur á at kanna, hvørja ávirkan makrelurin hevur á annan fisk á Landgrunninum. Nógvur makrelur hevur leitað sær føði í føroyskum øki seinnu árini. Tað er helst vøksturin í sjóvarhitanum, saman við einum vaksandi stovni av makreli, ið førir til hesa broyting í útbreiðsluni. Vaksandi nøgdin av makreli rundan um Føroyar og á Landgrunninum seinnu árini, hevur mest sannlíkt ført við sær, at vistskipanin er broytt. Vit vita tó ikki, hvørjar broytingarnar eru, men kunnu spyrja, hvat hesin makrelurin etur. Tekur hann føði frá øðrum fiski, ella etur hann rogn og yngul av gagnfiski (toski, hýsu, upsa), meðan tey reka uppi í sjónum um várið og summarið, ella etur hann kanska yngul av nebbasild?
Endalig frágreiðing


Annual variation in productivity on the Faroe Shelf during the 20th century (Árligar broytingar í gróðri á føroyska landgrunninum í farnu øld)

 

Áramál: 2010-2012

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir, Granskingarráðið og Codlog

Luttakarar á Havstovuni: Una Matras og Petur Steingrund


Endamál: At gera eina tíðarrøð fyri gróðurin á Landgrunninum aftur í tíðina. Hetta verður gjørt við at aldursgreina og máta vakstrarringarnar á kúfiski Arctica islandica. Dygdin av tíðarrøðini verður kannað við at samanbera við tíðarrøðina av plantuæti aftur til 1990. Eisini verða samanberingar gjørdar við gróðurin frá1925 til 2010, sum er fingin umvegis mátingar av tilgongd av smáfiski og vøkstri hjá toski. Kúfiskur er ein skel, sum livir niðri á botni, lutvíst niðurgrivin. Kúfiskur heldur til í Norðuratlantshavi. Kúfiskur sílar føði úr sjónum og livir av plantuæti, sum søkkur niður á botn frá vatnskorpuni. Kúfiskur er millum tey dýrini, sum liva longst. Onkur skel hevur víst seg at vera umleið 400 ára gomul.


Veðurlag og streymur kring Føroyar

 

Áramál: 2008-2012

 

Fígging: Danska fíggjarlógin

Luttakarar á Havstovuni: Bogi Hansen, Eilif Gaard, Hjálmar Hátún, Eydna í Homrum og Kirstin Eliasen


Endamál: At kanna veðurlag og streym kring Føroyar og ta ávirkan, tey hava á fisk og annað lív í sjónum. Tríggjar Ph.D. verkætlanir og tvær postdoc verkætlanir eru settar í verk, og harav arbeiða tvær Ph.D. lesandi á Havstovuni, har tær kanna ávikavist føroyskan upsa og nebbasild og samband teirra við streym og veðurlag.

 

Endalig frágreiðing frá verkætlanini er her.


Warning of Algal Toxin Events in Northern Periphery Region (WATER)

 

Áramál: 2009-2011

 

Fígging: Northern Periphery Programme (NPP)

Luttakarar á Havstovuni: Eilif Gaard og Sólvá Jacobsen


Endamál: At finna skjótar hættir at ávísa algueitur í skeljadjórum. Um várið og summarið, kanna vit nøgdirnar av eitrandi algum í sjónum og máta nøgdirnar av eiturevnum í skeljadjórum. Kanningin hevur stóran týdning fyri skeljavinnuna, av tí at skeljadjór bert kunnu seljast til matna, tá tað er ávíst, at eingi eiturevni eru í. Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við granskarar í Írlandi, Skotlandi, Hetlandi og Norra.


A multidisciplinary approach in stock identification of Atlantic herring: sustainable biodiversity and fisheries management in mixed-stock fisheries (HerMix)

 

Áramál: 2009-2012

 

Fígging:Norðurlandaráðharraráðið (NMR).

 

Luttakari á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen

Niðurstøða: Í sambandi við sildafiskiskapin í Norðureysturatlantshavi hava sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tikið seg saman fyri at kanna sildina í Norðuratlantshavinum. Høvuðsendamálið við kanningunum var í fyrsta lagi at menna genetiskar markarar, so til ber at DNA-eyðmerkja sildastovnarnar og harvið minka um vandan at ovurfiska einstakar stovnar, ið eru illa fyri, og í øðrum lagi at skipa fiskiskapin soleiðis, at meiri fæst burturúr fíggjarliga. Ætlanin var at nýta genetiskar markarar, kallaðir microsatellittar. Hesir markararnir vístu seg ikki at hava nóg stóran sundurgreiningarmátt til at skilja millum teir stóru havbeitandi sildastovnarnar. Aðrar rannsóknir, umfatandi kanning av vakstrarferð og greining av nytruáringum, vístu tó greiðan mun millum ávísar sildastovnar. Tey reiðiliga 4500 savnaðu sildagrundsýnini verða í næstum nýtt til at menna eitt nýtt slag av markarum. Hesir nýggju markararnir kallast SNP-sar (úttalað: snipsar. SNP: Single Nucleotide Polymorphism), ið verða mettir at hava størri sundurgreiningarmátt enn microsatellittar.

Føroysk frágreiðing

Final Report


Multi Purpose Pelagic Ecosystem Trawl (MULTPELT)

 

Áramál: 2010-2011

 

Fígging:Norðurlandaráðið og Fiskivinnugransking

 

Luttakarar á Havstovuni: Erling í Líða, Jan Arge Jacobsen og Leon Smith

Niðurstøða: Ein verkstovubólkur, settur saman av skiparum, trolframleiðarum og granskarum úr Noregi, Íslandi og Føroyum, hittist í Noregi í januar 2011. Tá vóru kravfestingar til eitt felags altjóða vísindaligt standardtrol gjørdar. Í mai 2011 hittust trolframleiðararnir í Reykjavík, og samdust um, hvussu trolið skuldi sniðgevast. Á yvirlitstrolingunum eftir makreli í 2011 høvdu Føroyar og Ísland hvør síni MULTPELT 832 trol, meðan Noreg nýtti onnur trol. Tá vórðu tær fyrstu royndirnar gjørdar við nýggja trolinum. Í 2012 høvdu øll londini MULTPELT 832 trol á yvirlitstrolingunum, og var tað eitt stórt stig á leiðini at betra um dygdina í kanningunum. Samtroling (interkalibrering) millum skipini varð gjørd í 2012 fyri at vita, um trolið fiskar eins, men enn sæst munur á, hvussu fiskilig ymsu skipini eru. Londini arbeiða nú við at fáa riggingina av trolunum at vera so líka sum gjørligt á luttakandi skipunum, fyri at fáa dygdina á makrelkanningini í 2013 á eitt enn hægri vísindaligt stig. Stuðul frá Fiskivinnugransking varð nýttur til sjálva framleiðsluna av trolinum til Havstovuna, meðan stuðul frá AG-fisk varð nýttur til eina felags verkstovu í Noregi.
Frágreiðing


ThermoHaline Overturning – at Risk (THOR)

 

Áramál: 2009-2012

 

Fígging: European Framework Programme 7 (FP7)

 

Luttakarar á Havstovuni: Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Karin M. H. Larsen og Regin Kristiansen

Niðurstøða: THOR verkætlanin var tann 5. í røðini av EU verkætlanum, sum hava fíggjað streymmátingar v.m. í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini var at gera betri forsagnir fyri komandi broytingum í teimum stóru havstreymunum, sum kunnu ávirka heimsveðurlagið og serliga okkara øki. Havstovan var við í tí partinum av verkætlanini, sum mátaði rákið av Atlantssjógvi norðureftir og rákið av yvirflotssjógvi, sum fer suðureftir í botnløgunum tvørturum Grønlands-Skotlandsryggin. Niðurstøðan av tí partinum er, at samlaða rákið av Atlantssjógvi og av yvirflotssjógvi er rættuliga støðugt. Hinvegin, so eru bæði Atlantssjógvur og yvirflotssjógvur hitnað seinastu árini. Ein onnur niðurstøða er, at tað tykist vera serliga lætt at gera forsagnir fyri Norðuratlantshav í mun til onnur havøki. Hetta stuðlaði undir framhaldandi gransking á hesum øki og til at samantvinna forsagnir av havfrøðini við vistfrøðina í Norðuratlantshavi, fíggjað av FP7 gjøgnum NACLIM verkætlanina.

 

Fleiri úrslit, frágreiðingar v.m. eru at finna á http://www.eu-thor.eu


SubPolar Atlantic – Climate and Ecosystems (SPACE)

 

Áramál: 2009-2011

 

Fígging:Norðurlandaráðið (AG-Fisk)

 

Luttakarar á Havstovuni: Hjálmar Hátún, Jan Arge Jacobsen og Bogi Hansen

Niðurstøða: Vit hava fyrr ávíst tætt samband millum tann sonevnda subpolara meldurin í Norðuratlantshavi og havveðurlagið (hitalag, streymar osv.) um okkara leiðir. Lokna verkætlanin (Subpolar Atlantic – Climate and Ecosystems, SPACE) hevur víst, hvussu hesin meldur eisini stýrir plantuæti, djóraæti, útbreiðslu av svartkjafti og mongd av grindahvali, sum kemur upp á land í Føroyum. Eitt aðalmál við verkætlanini var at eftirkanna møguligt samband til tilgongdina til svartkjaftastovnin. Fyribils úrslit týða uppá eitt møguligt samband, og at hetta kann geva týdningarmikla vitan um tilgongdina til stovnin, áðrenn fiskurin kemur í fiskaríið.

Hetta var ein sonevnd netverks-verkætlan við vísindafólki úr londum í Útnorðuri, har uppsjóvarfiskurin hevur stóran búðskaparligan týdning. Serfrøðingar úr Scotlandi, Onglandi og USA vóru eisini við í SPACE, og hesir komu við týdningarmiklari vitan og data úr Norðuratlantshavinum. Verkætlanin var eisini viðvirkandi til at Havstovan í dag tekur lut í tveimum størri EU verkætlanum, EURO-BASIN og NACLIM.

Frágreiðing


Kanning av ferðingini hjá ritum í Norðuratlantshavi

 

Áramál: 2009-2011

 

Fígging:Fiskimálaráðið og Innlendismálaráðið

 

Luttakarar á Havstovuni: Bergur Olsen og Sólveig Sørensen

Niðurstøða: Okkurt um 2 milliónir ritupør eiga í bjørgunum kring Norðuratlantshavið, men fáar pisur eru komnar undan seinastu árini, og stovnurin er minkaður. Høvuðsorsøkin til at pisurnar doyggja er helst føðitrot tætt við ritubjørgini um summarið, men umstøðurnar, har riturnar eru um veturin, hava eisini týdning fyri trivnaðin.
Kunnleikin, um hvar riturnar halda til um veturin, hevur tó verið vánaligur, tí vanlig ringmerking gevur ikki eina góða mynd av, hvar tær eru úti á opnum havi, tí her er lítil møguleiki fyri at finna ringarnar aftur. Nýggj tøkni við ljósloggarum á ringunum, kann harafturímóti goyma upplýsingar um, hvar fuglurin hevur verið hvønn einstakan dag. Vit hava tí merkt ritur í 19 bjørgum kring norður Atlantshavið við ljósloggarum, og úrslitið er, at 80% av øllum ritunum fara vestureftir á Flemish Cap leiðina vestan fyri Miðatlantiska Ryggin, og tí kann ein broyting í umstøðunum har ávirka allan stovnin. Les alla greinina


Advancing understanding of Atlantic Salmon at Sea: Merging Genetics and Ecology to Resolve Stock-specific Migration and Distribution patterns (SALSEA-MERGE) – Leitanin eftir villa laksinum

 

Áramál: 2008-2011

 

Fígging: ES (Seventh Framework Programme: FP7, Project no.: 212529) ot franska TOTAL Foundation.

 

Luttakari á Havstovuni: Jan Arge Jacobsen


Endamál: At kanna, hví so nógvur laksur doyr, meðan hann er á beiti á opnum havi norðanfyri. Nýggj ílegutøkni (gentøkni) skal hjálpa granskarum at finna fram til upprunan hjá villa laksinum í Norðuratlantshavi. Tey seinastu 20 árini eru laksastovnarnir í Norðuratlantshavi minkaðir nógv, hóast meginparturin av fiskiskapinum á opnum havi er hildin uppat, og fiskiskapurin í áunum er tálmaður nógv. Við at nýta nýggju ílegutøknina verður gjørligt at eyðmerkja hvønn einstakan laks, ið fingin verður. Tá verður gjørligt at kanna vøkstur og møguligar orsøkir til, at laksur úr ávísum økjum klárar seg verri enn annar laksur, ið gongur á beiti norðan fyri Føroyar. Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við granskarar úr 20 ymiskum rannsóknarstovum í londunum kring Atlantshavið.

 

Final Report


Climatic control of blue whiting and mackerel at the Faroese Crossroads

 

Áramál: 2010-2011

 

Fígging: Granskingarráðið

 

Luttakari á Havstovuni: Hjálmar Hátún

Niðurstøða: Vit hava lýst tær týdningarmestu broytingarnar í havveðurlagnum kring Føroyar seinastu árini, og vit hava funnið upprunan til hesar broytingar, bæði longri suðuri í Atlantshavi og í atmosferuni. Vit hava upparbeitt data av plantuæti sum eru mátað av fylgisveinum, og vit hava havt samstarv við serfrøðingar á hesum øki. Við hesum hava vit ávíst samband millum klimatisku variasjónirnar og mongd av plantuætu og í frumgróðri – grundalagið undir øllum vistskipanum. Samband er funnið millum ferðingarmynstrið hja makreli um heysti og veturin og hitalagið í sjónum, og møguleiki fyri at framsiga tilgongd til svartkjaftastovnin er ávístur. Hóast hesi úrslit bert eru fyrstu stig í eini sera samansettari vísindi, so er sannlikt at tey einaferð kunnu brúkast í verðuligari umsiting av náttúrutilfeinginum í havinum. Hendan verkætlan hevur verið okkara lopfjøl til aðrar størri verkætlanir, har klima-vistskipan spurningar verða kannaðir víðari.

 

Frágreiðing


ClimaPel

 

Áramál: 2010-2011

 

Fígging: Fiskivinnuroyndir

 

Luttakari á Havstovuni: Hjálmar Hátún


Niðurstøða: Vit hava ment eina skipan, har hitadata frá Finni Fríða verða streama inn og upparbeidd á teldu á Havstovuni. Við hesum eru lunnar lagdir undir eitt beinleiðis samstarv millum Havstovuna og vinnuna, ið møguliga kann gerast ein sera týðandi táttur í okkara arbeiði. Annars lá hendan verkætlan tætt uppat verkætlanini ”Climatic control of blue whiting and mackerel at the Faroese Crossroads” (sí síðu 1) og nógvar niðurstøður har fevna tískil um hesa verkætlan eisini.


Faroe Shelf Exchange (FASE)

 

Áramál: 2004-2008

 

Fígging:Faroe Partnership

 

Luttakari á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen

Endamál: Endamálið við verkætlanini var at kanna fysisku eginleikarnar hjá sjónum á Landgrunninum so sum streym, hita og saltinnihald. Harumframt at kanna útskiftingina av hesum sjógvi við Atlantarhavssjógv útiá, tí at modelútrokningar hava víst, at útskiftingin kann hava stórt árin á gróðurin á Landgrunninum. Streymmátingar á Landgrunninum, hita- og saltmátingar inni við land og við Magnus Heinasyni eru brúktar í hesi verkætlan. Fysisku eginleikarnir hjá sjónum á Landgrunninum eru í stóran mun lýstir og ábendingar eru um, hvørji streymviðurskifti og hvørjar útskiftingarprosessir hava týdning fyri gróðurin.

Samandráttur


Fangst og udnyttelse af mesopelagiske fisk og krill Henda verkætlan hevði til endamáls at kanna møguleikarnar at fiska prikkafisk og annan mesopelagiskan fisk, umframt krill, á ein vinnuliga forsvarligan hátt. Verkætlanin varð fíggjað av Nordisk Ministerråd í 2005 og samskipað av Havstovuni. Luttakarir vóru Jan Arge Jacobsen, Súni Lamhauge, Havstovan, John Willy Valdemarsen, Havforskningsinstituttet, Bergen, Norge, Horsteinn Sigurdsson, Birkir Bardarson Hafranssóknastofnun, Reykjavik, Ísland, Anatoly Filin, PINRO, Murmansk, Rusland.

Frágreiðing
Frágreiðing verkstovan


Vestnordisk Oceanklima Forskningsprogram (VOF) VOF var eitt samstarv millum Naturinstituttet í Grønlandi, Hafrannsóknastofnunin í Íslandi, Havstovuna, Nansen Senteret í Noregi og Meteorologisk Institut í Danmark. Endmálið var at kanna broytingarnar í høvunum í Útnorðri bæði við mátingum og útrokningum (modellum). Verkætlanin byrjaði í 2000 og endaði í 2006. Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjaði verkætlanina og hevur m.a. fíggjað útbúgvingina av einum Ph.D. á Havstovuni.

Meridional Overturning Exchange with the Nordic Seas (MOEN) MOEN var ein granskingarætlan at máta streymarnar, sum ferðast yvir um ryggin millum Grønland og Skotland. Við í verkætlanini vóru stovnar í Noregi, Skotlandi, Íslandi, Danmark, Týsklandi og Svøríki, umframt Havstovuna. MOEN byrjaði í 2003 og endaði í 2005. Verkætlanin varð fíggjað úr europeiska granskingargrunninum (European Framework Programme 6) og var partur av samstarvinum innan ASOF (Arctic – Subarctic Ocean Fluxes). MOEN var eisini partur av Nordic WOCE samstarvinum.

Árinskanning av Funningsfirði í sambandi við vatnorkuútbygging hjá SEV Kanningin varð gjørd sambært treytum frá Yvirfriðingarnevndini í loyvinum til SEV at nýta ein part av áarvatninum til elframleiðslu. Kanningin varð fyriskipað av einum arbeiðsbólki umboðandi Havstovuna, Náttúruvísindadeildina, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Sp/f Data Quality og SEV. Eilif Gaard umboðaði Havstovuna í hesum arbeiðinum. Verkætlanin byrjaði í 2001 og endaði í 2006.

Undankanning av vøtnum í Vestmanna í sambandi við aling Umhvørviskanningar av vatninum í Heygadali, Lómundaroyri og Frammi á Vatni í sambandi við umhvørvisgóðkenning av alivirksemi á vøtnunum. Gunnvør á Norði og Eilif Gaard gjørdu kanningina. Hon byrjaði í 2005 og endaði í 2006. Verkætlanin varð fíggjað av alifyritøkunum.

Vistfrøði hjá plantu- og djóraplankton á Landgrunninum Ph.D. verkætlan í samstarvi við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Høgni Debes gjørdi kanningina, og Eilif Gaard var vegleiðari. Verkætlanin byrjaði í 2003 og endaði í 2006. Hon varð fíggjað av BP Amoco Exploration (Faroes Ltd) og Anadarko Faroes Company.