Filmar

 


Gróður 2017

 

Havstovan 2017 – Sólvá Jacobsen

 

Í góðveðrinum 18. mai 2017 sást gróður av slagnum Phaeocystis, sum skúmrendur fram við Stykkinum.

 


Súluteljingar 2016

 

Havstovan 2016 – Bergur Olsen, Sólveig Sørensen og Helga Bára Mohr Vang

 

Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi við o.u. 10 ára millumbili. Fuglarnir verða taldir eftir myndum, og summarið 2016 vórðu livandi myndir tiknar við eini dronu.

 

Tónleikur: Fuglakvæðið, framført av Xperiment

Makrelkanningar 2015 við Christiani í Grótinum

 

Havstovan 2015 – Helga Bára Mohr Vang

 

Filmur um prøvatøku av makreli á rannsóknartúri við Christiani í Grótinum summarið 2015. Filmurin vísir eisini undirsjóvarmyndir úr trolinum.

 

Tónleikur: Over Time (YouTube Audio Library)

Føroyabankatoskurin

 

KVF 2014 – Kári Sólstein

 

Føroysk vísindalig sjónvarpssending um toskin, ið ikki finst aðrastaðni í heiminum enn á Føroyabanka við Føroyar
“Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk. Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin.”

 

Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski.

Makrelkanningar 2014 við Finni Fríða

 

Havstovan 2014 – Hannipoula Olsen

 

Filmur um prøvatøku av makreli á rannsóknartúri við Finni Fríða summarið 2014. Filmurin vísir eisini undirsjóvarmyndir úr trolinum.

 

Tónleikur: Høgni Lisberg - Bow Down (To No Man)

Ferðing hjá upsa

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Eydna í Homrum, havlívfrøðingur

 

Fyrilesturin lýsir ferðing hjá upsa – serliga føroyska upsanum – grundað á merkikanningar.

 

Merkikanningar eru vælegnaðar til at lýsa ferðing hjá fiski, tí vit fáa vitan um, hvussu langt upsin hevur flutt seg, frá tí hann er merktur, til hann verður afturfingin. Fyrstu árini heldur upsin seg, sum kunnugt, nær landi. Hetta sást rættuliga týðuliga í merkikanningunum – allur upsi, sum var styttri enn 40 cm var afturfingin inni á Landgrunninum. Sum hann vaks, varð hann afturfingin longri og longri frá landi, og tá upsin var longri enn 60 cm ferðaðist hann rættuliga nógv til onnur øki. Í sambandi við ferðingina hjá vaksna upsanum samstarvaði Havstovan við granskarar úr grannalondunum, og soleiðis fingu vit eina betri heildarmynd av ferðingini. Vaksin upsi vísir seg at ferðast rættuliga nógv millum lond – men tó eru týðiligir munir millum økini. T.d. ferðast íslendskur upsi sera lítið úr íslendska økinum, harafturímóti verður meira enn triði hvør vaksni føroyski upsi fingin aftur uttan fyri føroyska økið.

Ferðing hjá toski undir Føroyum

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Petur Steingrund, havlívfrøðingur

 

Havstovan hevur síðan 1997 merkt yvir 30 túsund toskar og fingið yvir 10 túsund aftur (ein knappur triðingur). Bert 14 toskar (< 0,1 %) vórðu fingnir uttan fyri føroyska sjóøkið, nakað, sum bendir á sera lítla útferðing. Toskurin við Føroyar er sera støðufastur og heldur seg til sama økið meginpartin av árinum. Gýtingin er tó eitt undantak, tí tá savnast toskur frá øllum Landgrunninum á Norðhavinum í mars mánaði; og eftir gýting leitar toskurin sær heim aftur á sama pláss, har hann var áðrenn gýting. Í Vágahavinum er eisini eitt gýtingarøki, sum savnar tosk frá økinum vestan- og sunnan fyri Føroyar; tó ferðast toskur ikki ímillum Føroyabanka og Landgrunnin. Eitt lítið gýtingarøki er helst eisini á Mykinesgrunninum. Gýtingarferðingin byrjar í februar og endar í apríl, og siljafiskarnir (hannarnir) eru longri á gýtingarøkinum enn rognafiskarnir (honirnar).

Subpolari meldurin broytir vistskipanir í Norðuratlantshavi

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Hjálmar Hátún, havfrøðingur

 

Tann subpolari meldurin er ein stórur bjølgur við køldum og lutfalsliga feskum sjógvi, sum melur móti klokkuni norðalaga í Atlanthavinum. Hesin meldur hevur ikki altíð sama skap og stødd, men broytist ár undan ári. Hesar broytingar ávirka hitalag, saltinnihald og streymar í føroyskum havøki, sum aftur ávirka vistskipanir. Meldurin var sera stórur og sterkur fyrst í 1990unum – uppøstur av hørðu vetrunum um tað mundið – og tá var kalt um okkara havleiðir. Men mitt í 1990unum byrjaði meldurin at vikna, tað gjørdist knappliga nógv heitari og saltari, og nógv djórasløg sum dáma heitari sjógv komu hendan vegin. Sum dømi vísa vit, at gróðurin øktist á opnu leiðunum, nýggj sløg av djóraæti vóru at síggja, svartkjaftastovnurin øktist nógv og breiddi seg longri vestur. Eisini síggja vit søguliga, at nógvar og stórar grindir hava lagt beinini í Føroyum, tá meldurin hevur verið veikur. Og grindatølini, sum røkka aftur í 17. øld, vísa, at slík sveiggj hava helst altíð verið um okkara leiðir. Men veðurlagsbroytingar kunnu fáa meldurin at vikna og verða verðandi veikan. Um so er, fara subtropisk plantu- og djórasløg at breiða seg vestureftir og norðureftir.

Hitabroytingar í føroyskum sjógvi – hvør er upprunin?

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Karin Margretha Húsgarð Larsen, havfrøðingur

 

Í Norðuratlantshavi eru tveir stórir meldrar. Tann norðari førir kaldan og feskan sjógv, meðan tann syðri førir heitan og saltan sjógv. Atlantssjógvur, sum streymar í ovaru løgunum framvið Føroyum, er ein blandingur av hesum báðum meldrum og sjógvi, sum kemur sunnaneftir á eystara parti av Atlantshavinum. Miðskeiðis í nítiárunum viknaði tann norðari meldurin nógv og flutti seg samstundis vestureftir. Tískil kom meiri heitur sjógvur sunnaneftir til okkara leiðir soleiðis at sjógvurin við Føroyar hitnaði. Í 2004 og nøkur ár fram styrknaði tann norðari meldurin nakað, men hóast tað, so var hitin í føroyskum sjógvi støðugur hesi árini. At sjógvurin ikki kólnaði her, eins og sjógvurin við t.d Írland gjørdi, var, tí at á leiðini til Føroyar kølir luftin sjógvin – men júst hesi árini var kølingin úr luftini minni enn vant, so at vit lítla og onga hitabroyting sóu her. Eisini í føroyskum sjóøki henda broytingar. Atlantssjógvur kemur vestaneftir í føroyskan sjógv og stórur partur av honum fer síðan yvir um Íslandsryggin og savnast í Føroyastreyminum norðanfyri. Á leiðini kólnar sjógvurin, men her hevur køling frá luftini minni at siga. Tá Atlantssjógvur kemur norður um ryggin møtir hann Eysturíslandssjógvi, sum er nógv kaldari og feskari. Hesin sjógvur blandar seg uppí Atlantssjógvin, so at hann kólnar. Um rákið av Atlantssjógvi er veikt, so blandast nógvur Íslandssjógvur uppí og tá er Atlantssjógvurin kólnaður nógv tá vit síggjan hann aftur norðanfyri. Hinvegin, um rákið er hart, tá er lítið blandað uppí og tískil er kølingin nógv minni.

Kúfiskur sum søgufrøðingur

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Una Matras, lívfrøðingur

 

Kúfiskur er ein skel, sum situr niðurgrivin á havbotninum og sum verður sera gamal, fleiri hundrað ár. Kúfiskur verður ofta nevndur havsins træ. Í skelini á kúfiski eru árligir vakstrarringar, sum kunnu siga okkum millum annað, hvussu nógv hann hevur fingið at eta hvørt ár. Føðin hjá kúfiski er plantuplankton. Við hesari vitan ber til at endurskapa mongdina av plantuplankton fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Gongdin í teimum fyrstu liðunum í føðinetinum, sum er plantu- og djóraplankton, er grundleggjandi fyri, hvussu onnur lið í føðinetinum eru fyri, so sum sild og toskur. Hendan vitan gevur okkum møguleika at svara grundleggjandi spurningum um vistskipanina á Landgrunninum og harav vitan um sveiggini í okkara berandi vinnu, fiskivinnuni.

Nebbasild, eitt vistfrøðiligt bindilið

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Kirstin Eliasen, havlívfrøðingur

 

Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt, hvussu orkan frá gróðrinum verður flutt upp til hægri verur, so sum tosk, hýsu og sjófugl, tó uttan at vita hvør vera stendur fyri hesum flutningi. Ymist hevur tó bent á, at nebbasildin er tað vistfrøðiliga bindiliðið. Í fimm ár hevði ein verkætlan til endamáls at kanna nebbasild og vistfrøðiliga leiklut hennara á føroyska landgrunninum. Av tí at nebbasildin grevur seg niður um náttina og allan veturin, er hon ikki altíð líka løtt at kanna. Komið varð tó fram til, at føði og skjótur vøkstur er týdningarmikið um tilgongd hennara skal eydnast væl. Nakað óvæntað varð eisini funnið, at hitin í sjónum hevur nógv at siga fyri hennara trivna, og mest sannlíkt eisini hennara tilgongd. Tá ið veturin er kaldur, nýtir hon minni orku meðan hon liggur niðurgrivin, og er tískil betur fyri várið eftir, tá ið hon aftur fer at ferðast uppi í sjónum eftir føði. Hinvegin, er tað øvugta galdandi, tá ið veturin hevur verið heitur. Fleiri sjófuglasløg eru nær tongd at nebbasild, serstakliga í burðartíðini, og er hetta einki undantak á føroyska landgrunninum. Eitt tætt samband varð funnið millum burðaravlopið hjá ritu og nebbasild. Við hesum kann burðaravlopið hjá ritu, ið er munandi lættari at máta enn nebbasild, nýtast sum eitt mát fyri støðuna hjá nebbasildini. Hetta kann so aftur verða eitt hent amboð tá ið vinnulig fiskasløg, so sum toskur, skulu veiðast burðardygt.

Reyðæti – havsins góðgæti

 

Spekifyrilestur
KVF og Havstovan 2014

 

Inga Kristiansen, PhD-lesandi

 

Reyðæti av slagnum Calanus finmarchicus er høvðusføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli og í minni mun hjá svartkjafti. Havfrøðiligu viðurskiftini norðan fyri Føroyar gera, at umstøðurnar fyri vøkstri hjá reyðæti eru sera góðar á hesum leiðum. Tann stóra framleiðslan av reyðæti ger, at tey ferðandi uppsjóvarfiskasløgini leita sær føði í hesum havøkinum um summarið. Nøgd, útbreiðsla og vøkstur av reyðæti ávirkar í stóran mun hvussu atferðin hjá fiskastovnunum er, og hvussu stórir stovnarnir av uppsjóvarfiski varandi kunnu vera á hesum leiðum. Seinastu árini eru broytingar hendar í pelagisku vistskipanini í føroyska havøkinum norðan fyri Føroyar. Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir og er her í eitt longri tíðarskeið og kappast um somu føði. Samstundis eru broytingar farnar fram í nøringini hjá reyðæti umframt at nøgdirnar av reyðæti eisini eru broyttar. Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tongdar at havfrøðiligum viðurskiftum, gróðrinum í sjónum, samstundis sum nøgdin av reyðæti eisini verður ávirkað av føðitrýsti frá fiskinum. Kunnleiki til samanspælið millum umhvørvið, reyðætið og uppsjóvarfiskin er týdningarmikil fyri at kunna meta um framtíðarvánirnar hjá reyðæti og uppsjóvarfiski í føroyskum havøki. Í hesum sambandi er ein 3 ára PhD-verkætlan sett í verk á Havstovuni. Verkætlanin, sum ber heitið „Ecology and production of Calanus finmarchicus in relation to environmental conditions in the south­western Norwegian Sea“, er fíggjað av donsku stjórnini og Felagnum Nótaskip.