Error
  • The template for this display is not available. Please contact a Site administrator.

Djóraplankton á opnum havi

Meginparturin av tí smáa djóraplanktoninum í sjónum er reyðæti (Mynd 2 í almenna partinum um plankton). Um veturin er hetta slagið í dvala í ísakøldum sjógvi djúpt í Norðurhøvum - millum 500 og 2000 metra dýpi. Tað er eisini at finna í Hetlandsrennuni og Bankarennuni, niðan fyri 500 metra dýpi um veturin. Tíðliga um várið kemur tað upp ímóti vatnskorpuni og fer at gýta. Hvussu nógv egg, ið gýtt verða, er nær tengt at, hvussu nógv føði er. Djóraplankton etur plantuplankton, og tí stýrir gróðurin um várið í stóran mun gýtingini hjá reyðæti. Eftir gýtingina doyr mamman og ungarnir vaksa upp um várið og út á summarið. Mitt á sumri eru teir stórir og flestu teirra fara tá niður í kalda sjógvin at vera fyri veturin. Nøkur fá vera tó verandi í erva og gýta. Vanliga er meira av smáum djóraplankton norðan fyri Føroyar enn sunnanfyri. Serliga í kalda eysturíslendska sjónum kann nógv vera. Á mynd 1 er víst eitt dømi um nøgdir og útbreiðslu í mai mánaði

Mynd 1. Nøgdir av djóraplankton (g/m2) í ovastu 200 metrunum av føroyskum havøki og Norskahavinum í mai 2004. (Frá ICES Planning Group of Surveys of Pelagic Fish in the Norwegian Ses, 2004)

Nøgdirnar av djóraæti norðanfyri eru ójavnar frá ári til annað. Á mynd 2 eru vístar miðal nøgdir á einum skurði frá Føroyum og norðureftir, ymisk ár síðani 1990. Hesin skurðurin hevur heitan Atlantiskan sjógv í syðra parti og kaldari Eysturíslendskan sjógv í norðara parti.

Mynd 2. Nøgdir av djóraplankton (ovasta mynd) á einum skurði frá Føroyum og norðureftir (niðasta mynd) í ovastu 50 metrunum av sjónum í mai 1990-2003. Í syðra parti av skurðinum er heitur atlantiskur sjógvur og í norðara parti er kaldari eysturíslendskur sjógvur. Ongar mátingar eru frá 1996, 1998, 1999 og í atlantiskum sjógvi í 2000.

Annað djóraplankton, ið rættiliga nógv kann vera av í Føroyskum havøki er ljóskrabbi, eisini nevnt krill (Mynd 2 í almenna partinum um plankton). Ljóskrabbar eru væl størri enn vatnloppur. Eins og reyðæti eru teir fyri tað mesta í djúpum sjógvi um veturin. Teir gýta um várið og verða 1-2 ára gamlir tá teir eru vaksnir, alt eftir hvat slag talan er um. Á hellingini rundan um Landgrunnin eru ljóskrabbar týdningarmikil føði hjá m.a. upsa og ungum svartkjafti. Eisini hjá uppsjóarfiski á opnum havi kring Føroyar hevur djóraætið alstóran týdning sum føði. Serliga norðanfyri Føroyar - og í Norskahavinum sum heild – verður framleitt nógv djóraæti, og tí savnast nógvur uppsjóarfiskur har um várið og summarið fyri at finna sær føði. Í Norskahavinum liggur árligi vøksturin av djóraplankton um 600 mill. tons vátvekt. Av hesum eiga smáu sløgini (reyðæti o.a.) umleið 75% og størru sløgini (ljóskrabbar o.a.) umleið 25%. Hetta djóraætið dregur uppsjóvarfisk í stórum nøgdum til um várið og summarið. Eystanífrá kemur norðhavssild, ið serliga etur reyðæti og sunnanífrá koma svartkjaftur ið serliga etur ljóskrabbar og makrelur, ið etur meira av reyðæti. Eisini nakað av laksi finnur sær føði í økinum. Í partinum um fisk verður greitt nærri frá um nøgdir og ferðing av hesum fiskastovnunum.

Upp