Plakatir til keyps

 

Havstovan hevur latið prentað eitt sera snotiligt botnkort av havbotninum kring Føroyar.

 

Kortið er gjørt á Fróðskaparsetri Føroya av Knud Simonsen, havfrøðingi.

 

Tølini, kortið byggir á, stava frá fleiri ymiskum keldum; slóðini hjá Magnusi Heinasyni síðani 1999, slóðini hjá Tjaldrinum í 2000, mátingum inni á firðum hjá Landsverki og seismiskum kanningum eystur av Munkagrunninum, sum Jarðfeingi hevur lagt til rættis.

 

Plakatin fæst í tveimum ymiskum støddum.

 

 

Stór plakat (1000 x 700 mm) kr. 150,-

Lítil plakat, A3 (420 x 297 mm) kr. 50,-