Plankton á opnum havi

 

Á hesi síðu verður greitt frá um plantuplankton og djóraplankton á opnu havleiðunum kring okkum.

 

Opna havøkið kring Føroyar er í nógvar mátar ymiskt frá sjógvinum á Landgrunninum. Undir ”Havumhvørvi” verður greitt nærri frá um hita og á rák í hesum økinum.

 

Plantuplankton á opnum havi

Føroysku havøkini hava - eins og Norðurhøv annars - rættiliga nógvan gróður. Næstan allur gróðurin er um várið og summarið (Mynd 1). Gróðurin byrjar vanliga í mai, tá sólarljósið hevur hitað teir ovastu 30-50 metrarnar av sjónum. Tá legst eitt lag av heitari og lættari sjógvi í erva sum ger, at plantuplankton kann vera verandi uppi í ljósinum. Gróðurin heldur fram til út á heystið, tá ovasta lagið aftur verður blanda javnt við sjógvin longri niðri. Várgróðurin er vanliga nógvur (Mynd 1). Men skjótt verða tøðevnini í ovasta lagnum av sjónum brúkt upp, og gróðurin minkar tá nógv. Um summarið kann hann vera nakað ójavnur, alt eftir hvussu veðrið er, og um heystið heldur gróðurin næstan uppat.

 

Gróðurin er vanliga bert í teimum ovastu uml. 100 metrunum. Longri niðri í sjónum er oftast ov myrkt. Árligi gróðurin á opnum havi um okkara leið liggur um 60-80 g C/m2. Hetta er tann framleiðslan av plantuplankton, ið er upprunaføðin hjá øllum djóralívinum í økinum.

 

Mynd 1. Nøgdir av plantuplankton (µg klorofyl a/l) í ovastu 50 metrunum av sjónum í Hetlandsrennuni (Við Foinaven boripallin)

 

Mynd 2. Nøgdir av plantuplankton (µg klorofyl a/l) í Norskahavinum (Við Veðurstøð M) í 1997.


Mynd 1


Mynd 2