Plankton í firðum og sundum

 

Føroyskir firðir kunnu vera ógvuliga ymiskir. Undir ”Havumhvørvið” verður greitt nærri frá um føroysku firðirnar, men her verður serliga hugsað um firðir, sum eru opnir í øðrum endanum og stinga seg inn í landið.

 

Um summarið kann væl av smákyktum vera uppi í sjónum í okkara firðum og sundum. Hesi smákykt verða nevnd plankton. Heitið sipar til, at tey svimja so spakuliga, at tey verða førd passivt við rákinum. Tó kunnu tey í ávísan mun gera av á hvørjum dýpi, tey skulu vera. Tveir høvuðsbólkar eru: plantuplankton og djóraplankton.

 

Gróður í firðum og sundum
Tann mesti gróðurin í firðum er plantur, ið sveima uppi í sjónum. Gróður av plantuplankton er nógv tengdur at sólarljósinum, og tí er lítil ella eingin gróður um veturin. Men út á várið, tá dagarnir gerast longri og meira sólarljós verður, byrjar gróðurin. Tað hendir vanliga í apríl mánaða í føroysku firðunum. Út á heystið, tá ið sólarljósið aftur viknar, og veðrið versnar, minkar gróðurin aftur. Vanliga kemur gróðurin eitt sindur fyrr inni í firðunum enn úti á Landgrunninum um várarnar, og hann heldur eisini longri á út á heystið.

 

Viðhvørt er so nógv plantuplankton í firðunum, at sjógvurin fær lit eftir gróðrinum, t.d. grønur, reyður ella brúnur. Í flestu førum eru slíkar uppblómingar av plantuplankton vandaleysar (Mynd 2), men í einstøkum førum kann vandi vera á ferð. Summi sløg av plantuplankton eru eitrandi, og um hesi sløgini eru í stórum nøgdum, kunnu tey gera skaða. Serliga kunnu slíkar uppblómingar vera vandamiklar fyri alifisk, av tí at hann er innibyrgdur og sleppur tí ikki til rýmingar eins og annar fiskur. Eisini kunnu skeljadjór fáa eiturevni í seg og eru tá hættislig hjá fólki at eta.

  

Djóraplankton í firðum og sundum
Nógv ymisk smádjór eru at finna uppi í sjónum í firðunum. Meginparturin er smá krabbadjór úr flokkinum vatnloppur (Copepoda). Summi nørast og vaksa í firðunum, onnur reka inn uttanífrá. Djóraplankton livir av plantuplankton, og tí er nøgdin av djóraplankton størst um summarið, meðan gróður er í sjónum. Eisini kunnu nógvar larvur hjá botndjórum vera í firðunum um summarið. Flestu botndjór lata egg ella larvur út í sjógvin, og í eina tíð, oftast einar 3-4 vikur, sveima larvurnar í sjónum og spjaðast, meðan tær eta av teimum minstu sløgunum av plantuplankton. Eftir hetta stigið í menning síni fara tær niður á botn og festa seg á okkurt fast undirlendi.

 

Um summarið kann sera nógv vera til av larvum frá botndjórum, sum t.d. gjari, bustmaðkum, krabbum, krossfiskum og igulkerum.Teimum flestu av hesum larvunum er ikki lív lagað. Nógvar reka til havs, og av teimum, sum verða verandi inni í firðunum, koma bert tær hepnastu at sita á støðum, ið eru hóskandi. Hinvegin er talið, sum gýtt verður, so stórt, at líkindini fyri, at nakað kemur undan, kortini eru góð. Djóraplankton er týdningarmikil føði hjá smáa fiskinum í firðum og sundum. Nógvur fiskayngul og fiskamurtur kann vera í firðum og sundum, og hesi hava djóraplankton fyri neyðini. Serliga kunnu nevnast teir mongu ternumurtarnir. Eisini onnur sløg, t.d. sild, brislingur og nebbasild liva av plankton í firðunum.


Mynd 1.
Nettorák og flutningur av algum og tøðsøltum í firðum.


Mynd 2.
Dømi um uppblóming av plantuplankton. Myndin er úr Funningsfirði 15. august 2004