Mátingar av plantuplankton

 

Lívfiskastøðin í Skopun pumpar stórar nøgdir av sjógvi úr Skopunarfirði inn á støðina. Regluligar kanningar av hesum sjónum geva virðismiklar upplýsingar um æti og umhvørvisviðurskifti á Landgrunninum. Sjógvurin, ið verður brúktur á Lívfiskastøðini í Skopun, verður pumpaður ígjøgnum ein tunnil, ið gongur undir støðini og kemur upp á 18 metra dýpi í Skopunarfirði. Hvørt sekund verða umleið 0,25 m3 av sjógvi pumpaðir inn á støðina.

 

Sjógvurin stavar frá einum øki við nógvum streymi. Hann er tí væl blandaður frá vatnskorpuni og niður á botn og umboðar eisini væl viðurskiftini á innaru landgrunsleiðunum sum heild.

 

Starvsfólkini á Lívfiskastøðini taka einaferð um vikuna sjógv frá innførsluni til støðina og senda Havstovuni hann til kanningar. M.a. verða nøgdirnar av plantuæti á henda hátt mátaðar hvørja viku um várið og summarið. Úrslitini verða løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni, so hvørt tey eru tøk.

 

Sera ójavnt er, nær gróður kemur um várið og eisini er ójavnt, hvussu nógv av plantuæti er ymisk ár. Plantuæti er føði hjá smáum djóraæti, ið aftur er føði hjá fiskayngli og nebbasild á Landgrunninum

 


Mynd 1.
Nøgdir av plantuæti í sjónum, ið er pumpaður inn á Lívfiskastøðina í Skopun síðani 2000. Liturin turkis vísir eitt ár við nógvum gróðri, myrkablátt miðal gróður, og grønt lítlan gróður. Svarta strikan vísir gróðurin í ár.