Nýggja havrannsóknarskipið

 

Skipið verður 54 metrar langt. Í projekteringsarbeiðinum er áherðsla løgd á, at rakstrarkostnaðurin skal vera so lítil sum gjørligt. Tað nýggja skipið fer at hava sama manningartal sum Magnus Heinason, og hóast tað er nakað størri, verður tað ikki dýrari í rakstri.

Skipið fer at nøkta tørvin til hav- og fiskigransking nógv ár fram í tíðina og verður útgjørt til eisini at nøkta tørvin hjá øðrum føroyskum og útlendskum brúkarum.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at samráðast skal við MEST um byggisáttmála.

Tekningar av skipinum kunnu síggjast her.