Hvat er plankton?

 

Plantu- og djóralívið í sjónum er sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta. Tær smæstu verurnar eru so smáar, at tær ikki síggjast við berum eygum, og tær størstu eru væl størri enn tær størstu á landi. Tær smæstu verurnar verða í felag kallaðar plankton, og felags fyri tær er, at tær ikki megna at svimja ímóti streyminum í sjónum. Tó kunnu flestu teirra svimja so mikið, at tær kunnu gera av, á hvørjum dýpi tær skulu vera.

 

Plantuplankton
Eins og á landi hava vit eisini í sjónum føðiketur við fleiri liðum. Fyrsti liður í føðiketuni í sjónum er plantuplankton (Mynd 1). Plantuplankton eru evarska lítlar plantur (oftast 1/10-1/100 mm til støddar) sum sveima í sjónum, og sum við sólarljósinum sum orkukeldu gera ólívrunnin evni í sjónum um til lívrunnið tilfar. Plantuplankton er sostatt føðigrundarlagið undir øllum djóralívinum í sjónum.

 

Av tí at plantuplankton fær orkuna úr sólarljósinum, er gróðurin næstan bert í ovastu 50-100 metrunum av sjónum. Longri niðri í sjónum er oftast ov myrkt. Á okkara leiðum er næstan allur gróðurin í sjónum um várið og summarið.

 

Djóraplankton

Næsta liði í føðiketuni er djóraplankton. Djóraplankton eru smá krabbadjór, í høvðusheitum vatnloppur (Copepodar) uml. 1-3 mm til longdar (Mynd 2), men kunnu eisini vera nakað størri, upp til 4-5 cm og hoyra tá oftast til ein hóp, ið nevnist krill ella ljóskrabbi (Euphasiacea) (Mynd 2). Hesi krabbadjór eta plantuplankton, og eru sjálvi av alstórum týdningi sum føði hjá fiskalarvum og yngli um váranar. Tað plantuplankton, ið ikki verður etið uppi í sjónum, søkkur niður á botn, har tað er føði hjá botndjórunum (Mynd 3). Seinni í føðiketuni finna vit t.d. uppsjóvarfisk, botnfisk, súgdjór, fuglar og at enda okkum menniskju. Djóraplankton er sostatt bindilið ímillum gróðurin og fisk, hval og onnur djór, ið eru longri uppi í føðiketunum.

 

Vitan um gróður av plantuplankton og djóraplankton í ymiskum økjum og til ymiskar tíðir hevur alstóran týdning fyri at kunna skilja liviumstøður, nøring og vøkstur hjá størri djórum, íroknað fiski. Havstovan leggur tí stóra orku í at kanna gróður og nøgdir av plankton og møguligar orsøkir til broytingar í stað og tíð.

 


Mynd 1
Ymisk sløg av plantuplankton.

(a)

 (b)

Mynd 2 Ymisk sløg av djóraplankton. (a) Reyðæti og annað smærri djóraplankton. (b) Ljóskrabbi (krill).


Mynd 3
Einfalt yvirlit yvir føðiketur í sjónum.