Saltmátingar við Skopun

 

Á hesi síðu verður greitt frá saltmátingum við Skopun.

 

Saltmátingar

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun hevur Havstovan síðan 1995 gjørt regluligar mátingar av saltinnihaldinum í sjónum við Skopun. Tvær ferðir um vikuna verða sjógvprøvar tiknir úr sjógvinntakinum á Lívfiskastøðini, og hesir verða síðan sendir Havstovuni, har saltinnihaldið verður mátað. Mynd 1 vísir hesar mátingar, eins og mánaðarligt og árligt miðalsaltinnihald. Til samanberingar er víst saltinnihaldið í Atlantssjógvi yvir Bankarennuni, mátað við Magnusi Heinasyni.

 

Sjógvurin á Landgrunninum er altíð nakað feskari enn Atlantssjógvur vestanfyri, og kemst hetta m.a. av, at sjógvurin á Landgrunninum er nakað avbyrgdur frá sjónum uttanfyri, og at meiri avfall er yvir oyggjarnar. Saltinnihaldið á Landgrunninum fylgir tó somu langtíðarbroytingunum, sum saltinnihaldið í Atlantssjógvi, og hesi hava sum heild verið vaksandi, síðan mátingarnar í Skopun byrjaðu.

 

Mesta og minsta saltinnihald síðani 1995

Talvurnar niðanfyri vísa ávikavist mesta og minsta saltinnihald fyri hvønn mánað, mátað síðan mai 1995 við Lívfiskastøðina í Skopun. Tann ovara talvan vísir mánaðarmiðal tøl, meðan tann niðara vísir einstakar mátingar. Saltinnihaldið var rættiliga lágt, tá mátingarnar byrjaðu í 1995, men síðan vaks tað støðugt fram til 2010, tá saltinnihaldið á Landgrunninum var met høgt. Hetta sæst aftur í at flestu saltastu virðini í báðum talvunum eru mátað í 2010. Síðani er saltinnihaldið aftur lækkað og er nú lægri enn tá mátingarnar byrjaðu. Tískil eru fleiri nýggj "feskastu" met. Sama gongd er at síggja í hita og saltbroytingum á opnum havi.

 

Talva 1. Saltasta og feskasta miðal saltinnihald í hvørjum mánað saman við árinum, tá hetta virðið bleiv mátað.

 

 

 

Talva 2. Saltasta og feskasta einstaka máting í hvørjum mánað saman við árinum, tá hetta virðið bleiv mátað.

 


Mynd 1.
Saltinnihald, mátað við Lívfiskastøðina í Skopun, víst sum einstakar mátingar (myrkablátt), mánaðar miðal (ljósari blátt) og árligt miðal (grønt). Brotnaða linjan við punktum er saltinnihaldið í Atlantssjógvi vestan fyri Føroyar. Trýst á myndina fyri at fáa størri mynd.


Mynd 2.
Miðal saltinnihald fyri hvønn mánað í 2022 (tjúkk svørt linja), mátað við Lívfiskastøðina í Skopun. Stiplaða linjan er miðal saltinnihald fyri hvønn mánað í tíðarskeiðnum 1991-2020. Loddrøttu linjurnar vísa ávikavist saltasta (appelsingult) og feskasta (grønt) miðal saltinnihald fyri hvønn mánað í sama tíðarskeiði (Talva 1). Miðal saltinnihald fyri hvørt ár sær fyri árini 2012 til 2021 er víst við tunnum gráum linjum.