Hita- og saltbroytingar

 

Á hesi síðu verður greitt frá hita- og saltmátingum av Atlantssjógvi kring Føroyar

 

Standard skurðir

Síðan 1987 hevur Magnus Heinason regluliga mátað m.a. hita og saltinnihald eftir standardskurðum (Mynd 1; sí eisini Havrannsóknir) – hesi seinnu árini 3 ferðir um árið. Endamálið við hesum mátingum er at fylgja við gongdini í havumhvørvinum og hvussu møguligar broytingar í opnum havi ávirka tilfeingið í havinum.

 

Í ovaru løgunum kring allan Landgrunnin er Atlantssjógvur, ið rekur norðureftir á síni leið inn í Norðurhøv og á hesi síðu verður greitt frá tíðarserium av hita og saltinnihaldi í hesum sjógvi.

 

Hiti og salt 

Atlantssjógvur er lutfallsliga heitur og saltur sjógvur, sum rekur móti Føroyum vestan- og sunnaneftir. Mynd 2 vísir hitan í Atlantssjógvi á 5 støðum á standardskurðunum, víst á Mynd 1.

 

Heitasti sjógvurin er at finna norður av Føroya banka (W) og yvir Bankarennuni (V). Haðani ferðast sjógvurin í einum breiðum og møkum streymi, til hann fer tvørtur um Íslandsryggin. Á leiðini kólnar sjógvurin í meðal meiri enn eitt hálvt stig, áðrenn hann fer fram við skurðinum norðanfyri (N). Tá sjógvurin er komin yvir um Íslandsryggin, samlast hann í tí smalara og harðara Føroyastreyminum. Hetta ger, at sjógvurin ikki kólnar so nógv á ferðini frá skurðinum norðanfyri (N) til skurðin eystanfyri (E) og sunnanfyri (S).

 

Á skurðinum sunnanfyri kunnu vit tó eisini vænta at síggja Atlantssjógv, ið er komin beinleiðis sunnaneftir. Í tíðarskeiðnum frá 1987 til 2010 var Atlantssjógvurin kaldastur miðskeiðis í 1990unum. Síðan tá er sjógvurin hitnaður o.u. 1 stig. Mesti hiti var máldur í 2003, men hitin hevur verið rættuliga støðugur síðstu árini. 

 

Saltinnihaldið í Atlantssjógvi (Mynd 3) fylgir oftast somu gongd sum hitin. Saltasti sjógvurin er at finna vestanfyri (V og W), og tá sjógvurin er komin norðurum, er hann vorðin væl feskari, meðan saltinnihaldið broytist lítið frá skurðinum norðanfyri (N) til skurðirnar eystanfyri (E) og sunnanfyri (S).

 

Í tíðarskeiðnum, sum mátað hevur verið, var Atlantssjógvurin rættuliga feskur í fyrru helvt av 1990unum. Síðan vaks saltinnihaldið og setti met í 2003, samstundis sum hitin. Men meðan hitin hevur verið meiri støðugur, vaks saltinnihaldið og setti tískil aftur met veturin 2009/10. Síðan tá er saltinnihaldið minkað og veturin 2016/17 bleiv tað nógv feskari – feskari enn í 1990unum. 

 


Mynd 1.
Teir fýra standardskurðirnir, har Magnus Heinason regluliga mátar m.a. hita og saltinnihald. Fimm litaðir rundingar vísa til tíðarseriur av hita og saltinnihaldi, vístar í ávikavist Mynd 2 og 3.


Mynd 2.
Hiti í Atlantssjógvi kring Føroyar eftir at árstíðarbroytingar eru drignar frá. Tunnu linjurnar eru einstøku virðini, meðan tjúkku linjurnar eru árligt miðal.


Mynd 3.
Saltinnihald í Atlantssjógvi kring Føroyar eftir at árstíðarbroytingar eru drignar frá. Tunnu linjurnar eru einstøku virðini, meðan tjúkku linjurnar eru árligt miðal.