Hitabroytingar

 

Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli. Tá tosað verður um sjógvin innast á Landgrunninum, meinast her við sjógvin innan fyri umleið 100 metra dýpi, men tó ikki við sjógv inni á firðum o.líkn.

 

Hitin við Oyrargjógv

Havstovan byrjaði at máta hitan við Oyrargjógv í 1991 og á Mynd 1 sæst mánaðar-miðalhitin við Oyrargjógv farna árið samanborið við miðalhitan fyri hvønn mánað fyri tíðarskeiðið 1991-2010, eins og heitasta og kaldasta mánað hetta sama tíðarskeiðið. Mátingarnar vísa eina tíðuliga árstíðarbroyting, har sjógvurin er kaldastur í feburar-mars og heitastur í august-september. Eini fýra stig eru á muni millum heitastu og kaldastu mánaðirnar. Millumárligar broytingar síggjast eisini: á Mynd 1 eru mátingar fyri árini 2010 til 2018 teknað við tunnum gráum linjum. Flestu teirra eru í tí reyða feltinum, sum merkir, at seinastu árini hava verið lutfallsliga heit samanborið við tíðarskeiðið 1991-2010.

 

Langtíðarboytingar

Umframt hitamátingarnar frá Oyrargjógv síðan 1991, finnast eisini tvær eldri mátiseriur – ein frá Tórshavn fyri tíðarskeiðið 1867-1919 og ein frá Mykineshólmi fyri tíðarskeiðið 1914-1969. Tann fyrra serian er tó ikki umboðandi fyri hitan á Landgrunninum, av tí at mátistaðið ikki var í nóg væl blandaðum sjógvi.

 

Hitamátingarnar við Mykineshólm eru dagligar hitamátingar í streymasjógvi, og tí ber til at samanbera hesar við nýggjaru mátingarnar frá Oyrargjógv, sum eisini eru gjørdar í væl blandaðum sjógvi. Við hesum mátiserium hava vit eina umleið 100 ára langa tíðarseriu tó við gloppi í tíðarskeiðnum 1969-1991 (Mynd 2). Síðst í 1910unum og í seinnu helvt av 1960unum vóru tey kaldastu tíðarskeiðini hesi 100 árini, men eitt tíðarskeið um 1960 var líka heitt sum í 2000 árunum. Heitastu árini, sum vit vita um á Landgrunninum, vóru í 2003 og 2009, sum hava sama ársmiðalhita. Síðani er hitin lækkaður eitt vet, men er framvegis væl hægri enn miðalhitin fyri alt tíðarskeiðið.

 

Hitamet á Landgrunninum

Í talvunum niðanfyri eru ymisk hitamet frá mátingunum við Mykines og Oyrargjógv at finna. Talva 1 vísir hitamet fyri miðalhita í hvørjum mánað, meðan Talva 2 vísir hitamet fyri dagligt miðal í hvørjum mánað. Umframt metini sjálvi, eru eisini ár og dagur (Talva 2), fyri tá metini vóru sett, givin. Sum tað sæst í talvunum, so eru næstan øll tey kaldastu metini frá mátingunum við Mykines, meðan næstan øll tey heitastu eru frá Oyrargjógv.

 

 

Talva 1. Heitasti og kaldasti miðalhiti í hvørjum mánað saman við árinum, tá hetta virðið bleiv mátað.

 

 

 

Talva 2. Heitastu og kaldastu dagarnir í hvørjum mánað saman við árinum, tá hetta virðið bleiv mátað. Har fleiri dagar eru givnir, er sami hiti mátaður hesar dagarnar.

 

 


Mynd 1.
Miðalhitin fyri hvønn mánað í 2019 (tjúkk svørt linja), mátað við Oyrargjógv. Stiplaða linjan er miðalhitin fyri hvønn mánað í tíðarskeiðnum 1991-2010. Loddrøttu linjurnar vísa ávikavist heitasta (reytt) og kaldasta (blátt) miðalhitan fyri hvønn mánað í sama tíðarskeiðnum. Miðalhitin fyri hvørt ár sær fyri árini 2010 til 2018 er vístur við tunnum gráum linjum.


Mynd 2.
Árligur miðalhiti fyri Mykines (svart) og Oyrargjógv (reytt) síðan mátingarnar byrjaðu í 1914.