Merking av fiski
Samandráttur
Hetta var árligi merkingartúrurin í føroyska sjóøkinum. Í ár merktu vit fisk á Føroyabanka, nú tað aftur er toskur at fáa. Harumframt er tað vinnuligur fiskiskapur á Føroyabanka, sum harvið kann fiska merkta fiskin og siga nakað um ferðing og vøkstur hjá fiskinum. Tilsamans 913 toskar vórðu merktir, har miðallongdin var 105 cm. Eisini vórðu 274 hýsur merktar, har miðallongdin var 49 cm. Hetta gevur møguleika fyri at kanna, um hýsan er líka støðuføst sum toskur á Føroyabanka.
Um túrin
Merkingartúrurin byrjaði 7/10-2023 kl. 15, beint eftir, at yvirlitstrolingin á djúpum vatni var liðug, uttan at fara í land. Rannsóknarskipið var tá statt á Bill-Baileys banka og við tað, at veðrið var sera gott, fóru vit inn á Føroyabanka at merkja fisk. Har gjørdu vit 34 hál á umleið ein hálvan tíma. Vit vóru fyri tað mesta uppi á tí grynsta partinum á Føroyabanka, har nógv var at fáa av toski. Vit endaðu merkingina mánadagin 9/10 kl. 18.
Reiðskapur og onnur útgerð
Stjørnutrol við 100 mm meskum í posanum. Vágslemmar. Breitlalongin var 60 m, Rockhopper grunnur.
Ein pistól var nýtt til at festa Floymerkini við. Sergjørd karskipan til merking av fiski. Mátibretti. Vekt. Klokka.
Skriviútgerð og teldur. Sjóvarhitin við botn var skrásettur við Starmon TD temperaturmátarum.
Fólk við frá Havstovuni
Durita Sørensen, Tóra Winther Reinert, Heri Kallsoy, Poul Vestergaard og Petur Steingrund (túrleiðari).
Túrfrágreiðingar
Váryvirlitstroling – Føroyabanki
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2512 Tíðarskeið: 19-26/3 – 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum […]
Váryvirlitstroling – Landgrunnur
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2508 og 2510 Tíðarskeið: 19/2-19/3 – 2025 Ábyrgd: Petur Steingrund og Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, […]
Merking av fiski 2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing og vøkstur hjá ymsum fiskasløgum í føroyska sjóøkinum. Á ársins […]
Viðkomandi tíðindi
Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi…
Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar…
Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…