Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd. Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi. Sjóvarhitin við botn skal eisini skrásetast.
Samandráttur
Yvirlitstrolingin á føroyska landgrunninum í august vísti, at tað var lítið at fáa av toski, longu og tungu í mun til onnur ár, meðan tað var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu (Talva 1, Mynd 1). Nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stóra kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár. Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild. Toskurin og hýsan vóru rímiliga væl í holdum.
Mynd 1. Úrslit fyri ávís fiskasløg í yvirlitstrolingunum á føroyska landgrunninum í august 2023.
Talva 1. Samlað veiða í kg, veiðan í kg per tíma, nytrur og magar fyri tær 198 støðirnar.
FISKASLAG
KG íalt
KG/tíma
Nytrur
Magar
HYSA
63600.6
321.2
928
283
SVARTKJAFTUR
37388.7
188.8
45
GULLAKSUR
18811.4
95.0
628
5
HVITINGSBRODIR
17520.2
88.5
17
7
S. VIVIPARUS
12545.9
63.4
UPSI
10009.8
50.6
1033
209
HVITINGUR
4838.1
24.4
5
TOSKUR
2709.1
13.7
789
184
S. MARINUS
2328.4
11.8
HAVMUS
2266.5
11.4
MAKRELUR
2024.8
10.2
LONGA
1953.3
9.9
255
5
KNURRHANI
1837.9
9.3
TUNGA
781.4
3.9
337
48
BLALONGA
704.6
3.6
124
24
REYDSPROEKA
591.6
3.0
214
31
HAVTASKA
493.1
2.5
51
9
SILD
451.4
2.3
SVARTKALVI
434.1
2.2
37
22
S. MENTELLA
387.2
2.0
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR
324.2
1.6
BROSMA
259.6
1.3
207
4
SANDSPROEKA (LL)
183.4
0.9
AGNHOEGGUSLOKKUR
170.1
0.9
HVASSASPREK
123.2
0.6
HVALSPYGGJ
120.7
0.6
LYRUR
68.0
0.3
KALVI
66.5
0.3
1
1
LALLA
63.4
0.3
SKOETA(BATIS)
63.3
0.3
SILVUR MURTUR
53.3
0.3
ACTINIARIA
51.8
0.3
LITLA BROSMA
43.2
0.2
BUKSVARTI HAVUR
41.2
0.2
JAKUPSSKEL
36.8
0.2
HALAHVASSA SKOETA
34.5
0.2
LOLIGO
33.4
0.2
GEODIA SP
33.1
0.2
TINDASKOETA
32.2
0.2
STEINBITUR
28.3
0.1
ECHINIDAE(IGULKER)
26.3
0.1
BLAGOMUR
20.5
0.1
LYCODES ENDIPLEURISTCTUS
19.8
0.1
MEDUSAHØVD
10.8
0.1
ASTERIIDAE
10.7
0.1
KLINGRUSKOETA
10.1
0.1
HOLOTHUROIDEA
9.9
0.1
ØDA
9.3
0.0
STORA LAKSATOBIS
8.7
0.0
PURPURIGULKER
7.1
0.0
LYSINGUR
3.8
0.0
KJAFTSVARTI HAVUR
3.3
0.0
ULVFISKUR
2.8
0.0
BLARIDDARI
2.8
0.0
GLASKVOYSA
2.2
0.0
GAGGUKRABBI
1.3
0.0
SOLASTERIIDAE
1.2
0.0
GAGGA
1.0
0.0
PORIFERA
0.7
0.0
AGNGAGGA
0.6
0.0
MAKRELGEDDA
0.6
0.0
AXINELLA INFUNDIBULIFORMIS
0.5
0.0
NEBBASILD
0.3
0.0
KROEKILSKRUTT
0.2
0.0
HUMMARI
0.2
0.0
MURRIKRUTT
0.1
0.0
PHAKELLIA SP
0.1
0.0
LITLA LAKSATOBIS
0.0
0.0
Tilsamans
183663.4
927.6
4671
832
Um túrin
Vit byrjaðu túrin týskvøldið 8. august klokkan 21. Tann fyrra túrin lógu vit mest vestanfyri og sunnanfyri, við tað at veðrið var gott. Tann seinna túrin lógu vit eystanfyri og norðanfyri. Tað eydnaðist at taka 198 av teimum 200 støðunum. Vit endaðu yvirlitstrolingina sunnudagin 27. august um kvøldið.
Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar (Talva 1) er víst niðanfyri. Búningarstigini til botnfisk (bústig 1-7, talva 4.4.1 í sýnishondbókini) varð brúkt fyri øll fiskasløg, undantikið millum annað gulllaks (bústig 1-7, egin) og havtasku (bústig 1-5, egin). Hvørt hál vardi ein tíma.
Reiðskapur
Stjørnutrol við 40 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250 kg), 60 m breitlar, SIMRADTV80 sensorar á fiskilínuni og lemmunum. Starmon-Oddi temperatur- og dýbdarmátari festur á høvðuslínuni. Ferry boks (ávegis datusavnari), Ekkolod EK80 (18, 38, 120, 200 og 300 kHz) og skips ADCP’ari skal logga allan túrin.
Viðmerkingar
Viðmerkingar (smálutir av ymsum slagi) til túrin eru skrivaðar í imp-útskriftirnar og í fylgiskjal.
Fólk við frá Havstovuni
Petur Steingrund, kanningarleiðari á túri 2336, og Hannipoula Olsen, kanningarleiðari á túri 2338. Onnur fólk, sum vóru við allan túrin ella partar av tíðarskeiðnum: Marit Pedersen, Durita Sørensen, Regin Kristiansen, Heri Kallsoy, Jens Arni Thomassen, Poul Vestergaard, Luis Ridao Cruz, Tóra W. Reinert, Christina Joensen og Jóhanna Steintún.
Jákup Sverri, túrur nr. 2306 og 2308 Tíðarskeið: 17-26/2 og 4-13/3 2023 Ábyrgd: : Petur Steingrund og Lise H. Ofstad Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, […]
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini…
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…